Málveitsla í Runavík

VB avgjørdi alt fyri steðgin, tá tær saman við Tjaldri hildu sanna málveitslu í Runavík

Sunset-kappingin

VB syrgdi fyri, at talan varð um fulla úrtøku hetta vikuskiftið, tá tað eisini eydnaðist at fáa øll stigini við sær úr Runavík sunnudagin.
Einki er at taka seg aftur í, at talan á pappírinum mest sum var um avgreiðsluspurning, og serliga fyri steðgin var hetta eisini sjónligt. VB sat á mest sum øllum, og fáu áskoðararnir í høllini mundu einamest hugsa um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Eftir steðgin gekk tó ikki heilt so væl. Sigurin var longu púrasta vísur, og tí kundu meistararnir eisini taka sær meira av løttum. Tjaldur slapp eisini somikið væl við í dystin, at tær fingu minkað nakað um munin.
Men framvegis var tað VB, sum hevði væl fleiri mál á talvuni, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð, og so eru tær aftur av álvara heilt nær oddaliðunum báðum.

Dysturin í tølum
Tjaldur-VB 29-35 (7-19)
Málskjúttar
Tjaldur: Maya Hecimovic 11(2), Beinta Joensen 10, Elinbjørg Hammer 3, Mona Langgaard 3, Jasmon Devovic 2
VB: Daiva Toumaite 15(1), Christina Holm 8, Svava Vestergaard 6, Laila Jespersen 3, Asta Armonaviciute 1, Margreth Augustinussen 1, Miriam Michelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, VB 1
Útvísingar: Tjaldur 3, VB 1
Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen.