Birgir Kruse
Jólini nærkast í hvørjum. Soleiðis syngja vit. Og ikki er tað sørt, at hetta lagið longu er at hoyra frammanfyri mongum handilsglugga á bygd og í bý. Príslistar, vøruskráir, jólakalendarar og glitrandi sernumrini av stóru donsku vikubløðunum eru longu komin og allarhelst lisin.
Í Danmark hava illar nissur savnað seg í Nissernes Befrielsesfront at krevja, at einki jólapynt og einki, ið ber brá av jólum, skal síggjast, hoyrast ella takast framm fyrr enn fyrsta lúkan er latin upp - hin 1. desember. Tástani kann talast um eini røtt jól. Halda tey.
Men tá lepin um at tekna seg til jólabókina verður borin heim, tá stundar av sonnum til jóla. Kring alt landið hava lærarar trúliga býtt út seðlar, so "Mín jólabók" kann koma í hvørt hús, tá børnini fara heim í jólafrí.
Trúliga hevur hetta arbeiði verðið gjørt í hálva øld. Tí so gomul er jólabókin. Hin fyrsta kom í 1950. Og ivaleyst eigur onkur allar bøkurnar, komnar eru hetta drúgva skeiði.
Í hesum fimti ára skeiði er tó eitt ár gloppið burturímillum. Tað var tað árið, ið Lærarafelagið gav út vælumtóktu "glæstribøkurnar". Tá kom eingin jólabók. Ráðini vóru ikki til tess.
Í ár, nú 50 ár eru liðin síðani fyrsta jólabókin kom út, er tað hin unga Tanya Eyðunsdóttir Joensen, ið hevur myndprýtt bókina. Tanya er ættað sunnan úr Vági, er sjálvlærd tá um tekning ræður og arbeiðir dagligt á Bacalao í Havn. Tanya hevur teknað fyri Barna- og Ungdómsblaðið, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini gevur út, í tvey ár.
Sum vanligt er jólbókin fjølbroytt. Har eru søgur og yrkingar, bæði uppruna føroyskar og týddar. Meginparturin er uppruna føroyskur og hyggja vit nærri, síggja vit, at kvinnuligir høvundar eru aftan fyri allar søgurnar. Tær skrivandi kvinnurnar eru m. a. Lydia Didriksen, Sólrun Michelsen, Birgit Arge, Maud Heinesen og Ella Smith Clementsen. Ein mann fái eg eyga á, soleiðis við fyrsta eygnakast, tað er sálmayrkjarin norðan av Eiði Kjartan Stakksund.
"Mín jólabók" fevnir um 130 síður og kostar 70 krónur. Útgevari er Bókadeild Føroya Lærarafelags.