Mín løn er ov lág

Elin B. Heinesen, stjóri á Samvit, er ónøgd við lønina hon fær, tí hon helt, at hon fór at vera einum hægri lønarflokki. Elin Heinesen vinnur 39.215,79 krónur um mánaðin, men hon kundi hugsa sær 43.467,68 í staðin

Stjórin í Samvit er ónøgd við lønina hjá sær. Hetta stendur í ársfrágreiðingini frá Landsgrannskoðanini. Har stendur eisini, at Vinnumálaráðið hevur sent henni setanarsáttmála at skriva undir, men at hon ikki hevur gjørt hetta. Sambært Vinnumálaráðnum stóð greitt í starvslýsingini, at starvið var flokkað í 37. lønarflokki, og ikki í 38. sum hon ynskir.

- Eg var stødd niðri í Danmark, tá eg søkti starvið. Eg sá ongantíð starvslýsingina, men eg fekk eitt skriv, har tað stóð, at eg fekk løn í 38. lønarflokki. Eg gjørdist satt at siga bilsin, tá eg fekk fyrstu lønina, tí eg helt, eg átti at fáa meira. Tað kann tó væl vera, at tað á onkran hátt er mín egna skuld, at eg ikki havi kannað viðurskiftini betur, sigur Elin Heinesen. Sum er ónøgd við, at hon fær knappar 40.000 krónur um mánaðin heldur enn góðar 43.000 krónur um mánaðin.


Farin niður í løn

Elin Heinesen var í einum starvi í Danmark, og er, sambært henni sjálvari, farin niður í løn við at koma til Føroyar at arbeiða.

- Eg fekk eina løn, ið svarar umleið til 38. Lønarflokk í Danmark. Tí eri eg hørm um, at lønin er farin niður. Eg visti ikki betri, enn at eg fekk umleið somu løn sum í gamla starvinum, sigur Elin Heinesen. Hon leggur afturat, at tað er ein misskiljing, ið er hend, men hon metir ikki, at lønin er nøktandi, í mun til arbeiði og ábyrgd.


Sum ein arbeiðari

Í stóran mun er Elin Heinesen sera fegin um starvið hjá sær, men hon metir ikki, at hon fær eina hóskandi løn, ið svara til arbeiðsbyrðuna.

- Hevði mann hugt at tímalønini, og hvussu nógvar tímar eg arbeiði, hevði mann sæð, at eg neyvan vinni meiri pening enn ein vanligur arbeiðari, og tað meti eg ikki vera hóskandi. Tí kundi eg hugsað mær meiri løn, og eg hevði eisini eitt spennandi starv í Danmark, greiðir Elin Heinesen frá, og leggur afturat, at hon hevði umhugsað støðuna nógv, um hon visti, at hon kom heim til eina løn, sum er minni enn hon fekk í fyrrverandi starvinum.


Ivast um hon fær meira

Arbeiðsgevari hennara hevur ikki givið úttrykk fyri, at ætlanin er at geva henni meira løn, og tí ivast hon eisini í sjálv.

- Eg havi ikki ánilsi fyri, um eg fari at fáa meira løn. Eg meti meg bara fáa ov lítið av løn í mun til arbeiðið, og tað veit arbeiðsgevarin eisini av, at eg haldi, sigur Elin Heinesen.