Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við list?
- Eg havi so at siga altíð teknað. Eg elski at tekna. Fyri meg er tann kenslan eg fái, tá ið eg blívi púra burtur eina løtu, og so havi eg fingið skapt okkurt burturúr einum blonkum pappíri tann besta kenslan. Eg haldi, at mín kærleiki til djór og til náttúruna er upprunin til mín hug at tekna. Tað eru altíð djórini og náttúran, eg tekni - eisini í dag. Heilt víst mín inspiratiónskelda.
##med2##
Hvussu vilt tú lýsa tína list?
- Eg vil siga, at mín list er livandi og detaljurík. Mær dámar væl at geva mínum tekningum ein boðskap ella eitt sterkt úttrykk, og eg putlist nógv við smáar detaljur.
Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja teg eftir í tínum verkum?
- Sum eg nevndi, gangi eg høgt upp í allar smálutirnir í mínum tekningum, og at mínar tekningar hava ein ávísa útstráling. Eg hugsi ofta um, at mínar tekningar skulu seta nakrar tankar í gongd hjá teimum, ið síggja tær. Og hjá mær er tað nógv nemmari at náa hesum, við at tekna djór og náttúru - eg hugsi, at ein leyva hevur nógv sterkari úttrykk og rakar djúpri enn t.d. ein lampa.
##med3##
Hvussu eru umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum?
- Eg eri búsitandi í Danmark, og havi búð niðri í nokkso nógv ár eftir hondini, so eg havi trupult við at skula siga nakað ítøkiligt um umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum. Eitt, sum ofta verður tosað um viðvíkjandi Føroyum, er støddin og fáu fólkini har heima. Her hugsi eg at tað bæði kunnu vera fyrimunir og vansar við tí. Tú hevur sjálvsagt avmarkaðar møguleikar í Føroyum av tí sama, men hinvegin hugsi eg, at myndlistaumhvørvið í Føroyum er meiri samankókað og tí eisini spennandi og inspiratiónsríkt at vera partur av.
Hvørjar eru framtíðarætlanirnar hjá tær sum listafólk?
- Eg havi ikki ordiliga sett mær nøkur mál við mínari list. Beint nú trívist eg væl har sum eg eri við mínari list, og tað er umráðandi at gera tað. Tað gevur mær gleði og orku. Men sjálvandi havi eg onkrar dreymar - kundi t.d. verið stuttligt at myndaprýtt onkra bók ella okkurt líknandi. Vit fáa at síggja.