– Í mínari verð er hatta ørvitisskapur.
Soleiðis sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, sum er eitt av fleiri skeinkistøðum mitt í Havnini.
Hann skilir ikki avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um, at mat- og skeinkistøðini í Havn skulu lata aftur longu á midnátt á ólavsøku í staðin fyri klokkan 02, sum tað higartil hevur verið í koronatíðini. Orsøkin er, at mann vil minka um smittuvandan við Covid-19.
– Eg haldi, at hatta kom bak upp á øll, sum eiga og reka skeinkistøð í Havn, sigur Hans Andreasen.
Hann meinar, at hendan avgerðin hjá kommununi er at skjóta seg sjálvan í fótin, tí at mann við hesari avmarkini fer at savna enn fleiri fólk, enn mann annars hevði inni á barrunum.
– Mann kann bara ímynda sær, hvussu Havnin fer at síggja út klokkan 4-5 um morgunin, og hvussu skilið verður. Tað verður einki skil í, sigur hann.
Glitnir-stjórin heldur, at tað hevur gingið væl at havt tamarhald á higartil, nú meðan barrirnar hava stongt klokkan 02 í staðin fyri 04.
– Vit høvdu eina avtalu at steingja klokkan 02, og tað hevur riggað rættiliga væl. Vit hava eisini gott skil á, hvussu mann skal fyrihalda seg. Fólk duga sær hógv og skikka sær væl, sigur Hans Andreasen, sum ikki skilir, hví mann hóast hetta velur at taka tveir tímar aftrat frá teimum, sum ætla sær á barr størsta veitsludagin á árinum.
– Mann skal minnast til eitt, og tað er, at tað er eingin smitta í Føroyum. Tað er eisini strangt eftirlit við landamørkini, og mann skal í sóttarhald, til mann fær svar uppá sín test. Tað eru gjørdar umleið 25.000 kanningar, og eingin smitta er staðfest síðan apríl mánað. Tí haldi eg, tað er undarligt at gera hesa broytingina á ólavsøku, sigur Hans Andreasen.
– Eg veit, at mann sjálvandi skal vísa samfelagssinni. Tað haldi eg eisini, at skeinkistøðini gera. Men um tú hyggur, hvat sker nú, síðan skeinkistøðini byrjaðu at steingja tíðliga, so leggur mann merki til, at væl fleiri fólk koyra ávirkað, og væl meira húsaófriður er eisini. Tað kemst av, at fólk sleppa næstan ongastaðni. Tað hevur tó hjálpt eitt sindur at hava opið til klokkan 2 í staðin fyri klokkan 00, sigur hann.