Formansval
- Tá ið tú fert upp í politikk, kennir tú treytirnar. Ein av hesum treytum er, at tú kanst vænta kapping, serliga tá ið tú situr ovast á rókini.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, sum hevur verið formaður í Sambandsflokkinum og í landsnevnd floksins seinastu tvey árini.
Spurdur, um hann er spentur til landsfundin fríggjakvøldið, sigur hann:
- Nei, undarligt nokk eri eg ikki serliga spentur enn, men tað man fara at koma. Hetta verður helst, sum til ein fótbóltsdyst. Spenningurin man fara at veksa, so hvørt sum dagarnir ganga, og tá ið dagurin kemur, verður spenningurin helst í hæddini
Góður fundur
Tað var ikki fyrr enn í morgun, at Kaj Leo endaliga fekk at vita, at Jóhan Dahl, løgtingsmaður, hevur latið seg stilla upp til formansvalið í flokkinum.
Hann sigur, at Sambandsflokkurin hevði ein góðan og konstruktivan landsnevndarfund næst síðsta leygardag, har valfeløgini vóru umboðaði.
- Tá hevði eg ongan varhuga av, at limir ella valfeløg vóru ónøgd við formannin og arbeiddu við at stilla annan løgtingslim upp til formansvalið.
Kaj Leo sigur, at soleiðis, sum hann skilti landsnevndarfundin, hevði hann stóran stuðul í flokkinum sum floksformaður.
- Og tó; eg haldi, at tað er í fínasta lagi, at onkur annar vil royna seg sum valevni. Hetta er ein demokratiskur rættur, og eg haldi, at tað er sunt við kapping.
Sunt fyri flokkin
Spurdur, hvørjar møguleikar hann heldur, at mótvalevnið hevur, sigur Kaj Leo:
- Nei, tað dugi eg slett ikki at meta um, tí man veit jú ongantíð, hvør stendur aftanfyri eina slíka avgerð.
Floksformaðurin heldur, at eitt spennandi val stendur fyri framman, og hann er til reiðar at taka kappingina upp.
- Men á nevnda landsnevndarfundi merkti eg sum sagt als einki til nakra ónøgd. Tað var heldur tvørtur ímóti. Vit høvdu ein góðan og positivan fund, har vit eisini tosaðu um 100 ára dagin hjá flokkinum, sum verður 18. august í ár.
At enda heldur Kaj Leo Johannesen, at tað verður meira spennandi, nú eitt mótvalevnið er til formanasvalið í flokkinum, sum verður á landsfundinum fríggjakvøldið.- Eg eri ikki kendur sum tann, ið rennur undan kapping, og eg haldi, at hetta er bara sunt fyri flokkin, sigur floksformaðurin.