Mærsk McKinney Møller á Tvøroyri:Hann bað okkum vera sera varin

? Hann heitti staðiliga á okkum um at vera sera varin, tí oljuvinnan setti síni spor, sigur Páll Vang. Seinasti steðgurin hjá danska stórvinnulívsmanninum í Føroyum var á Tvøroyri, har Mærsk ger oljuhavn. Har hitti hann eisini nakrar av sínum sjómonnum

? Hann var blíður og týður. ?Hann var lættur í sinni og lættur uppá sporið.

? Og tað var eingin av okkum sum ivaðist í, at hann var sera, sera gløggur.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, tekur tað sum eitt stórt upplivilsi, at hann fekk høvi at heilsa uppá størsta, danska vinnulívsmannin, Mærsk McKinney Møller, nú hann var í Føroyum fyri fyrstu ferð í sínum langa lívi.

Føroyaferðin hjá tí 85 ára gamla vinnulivsrisanum endaði við eini stuttari vitjan á Tvøroyri hósmorgunin.

Tað var Maersk McKinney sjálvur sum vildi sleppa at síggja Tvøroyri.

Og tað var kanska ikki so løgi, tí tað er onki yvir at dylja, at tvørafólk og hendan stóra, danska fyritøkan hava heilt serlig áhugamál hjá hvørjum øðrum:

Sum flest øllum kunnugt ætlar Danbor Service, eitt dóttirfelag hjá Mærsk, sær uppí føroysku oljuvinnuna og í tí sambandi hevur felagið gjørt av at gera sína oljuhavn á Drelnesi á Tvøroyri.

Og býráðsformaðurin á Tvøroyri hevur meiri enn einaferð sagt, at hann beinleiðis sær oljuvinnuna sum bjargingina hjá Suðuroynni.

Tí vildi danski vinnulívsmaðurin sleppa at síggja umstøðurnar á Tvøroyri. Og í Tvøroyrar Býráð vóru tey fegin um boðið, tí so fingu tey víst manninum hansara nýggja virkisøki.

Vitjanin á Tvøroyri var stutt. Mærsk McKinney Møller kom á Tvøroyri klokkan 8.50 við tyrlu og hann fór avstað aftur, beinleiðis vestur í Vágar klokkan 10.45.

? Hóast hann átti flogfarið sjálvur, legði hann stóran dent á, at tað skuldi ikki bíða eftir sær, siga tey á Tvøroyri.

Á Tvøroyri gekk leiðin beinleiðis í ráðhúsið, har Páll Vang, býráðsformaður í stuttum greiddi honum frá oynni og býnum, hvørjum suðuroyingar livdu av og eisini um nú settu teir sína seinastu vón til oljuvinnuna.

Síðani var farið yvir á Drelnes, at hann slapp av síggja við egnum eygum, hvar hansara nýggjasta oljuhavn verður og har Páll Vang greiddi honum frá, hvørjir møguleikar eru fyri at byggja, og útbyggja. Á veg yvir á Drelenes varð steðgað á við nýggja skúlan og ítróttarhøllina í Trongisvági, sum fekk stuðul úr einum grunni hjá Mærsk.

Av Drelnesi gekk leiðin til Øravíkar, har donsku gestirnar fingu ein kaffimunn á hotellinum og har Mærsk McKinney Møller fekk høvi at hitta nakrar av teimum tvøramonnum sum sigla, ella hava siglt við Mærsk.

Átta sjómenn vóru komnir til øravíkar at hittan Mærsk, seks av teimum sigldi nú og tveir av teimum vóru pensjoneraðir.

Teir søgdu aftaná, at teir vóru hugtiknir av, hvussu nógv Mærsk sjálvur visti um hvørt skipið.

? Hann visti, hvussu stór tey vóru og hvar tey sigldu og hann var førur fyri at spyrja hvønn einstakan sjómann um smálutir í sambandi við hvørt skipið og siglingina hjá tí.

Páll Vang sigur, at í Øravík fortaldi hann Mærsk McKinney Møller frá, at føroyingar í sini tíð eisini høvdu havt samband við pápa hansara, A.P. Møller.

?Tað var í teirri sváru kreppuni síðst í tjúgunum, at A.P. Møller keypti tvær fransaskonnartir ?Løjtnantin? og ?Marité? til Føroyar, og har fingu einir 60-70 føroyingar til dagligt breyð.

Páll Vang heldur, at hetta var nógv meiri ein hjálpandi hond til føroyingar í kreppuni, ennn tað var eitt vinnuligt tiltak.

? Eg haldi gamli A.P. Møller gjørdi hetta, tí hann hevði so stóra virðing fyri føroyingum.

Men tað hevur Mærsk McKinney eisini, sigur Páll Vang.

? Á samkomuni í Øravík nýtti hann høvi at rósa føroysum sjómnnum. Hann segði, at teir vóru sera samvitskufullir, men lítillætnir. ? Men hann legði skemtiliga afturat, at teir yngru vóru prátingarsamari enn teir gomlu, sigur Páll Vang.

Stórar vónir til oljuna

Tá ið Mærsk McKinney Møller var farin avstað aftur, spurdu vit býráðsformannin á Tvøroyri, hvat hann hevði fortalt danska vinnulívsmanninum.

?Eg fortaldi honum heilt stutt um oynna og um býin.

? Eg fortaldi honum, at ein útjaðari, sum Suðuroyggin er, stríðist eitt hart stríð fyri at yvirliva, tí menningingarmøguleikarnir í fiskivinnuni eru mestsum tømdir. Okkara fiskivinnupolitikkur, sum vit eru samd um, miðar eftir at avmarkað fiskiflotan fyri at fáa hann at bera seg betri.

? Men tað ger so, at tað ber at kalla ikki til at fáa fleiri skip og at útvega fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni, heldur verða tey færri og færri.

?Tí royna vit, alt vit kunnu at fáa aðrar vinnumøguleikar í oynni.

Páll Vang sigur, at í tí sambandinum fortaldi hann Mærsk McKinney Møller, at tey vóru sera fegin um avtaluna, við Danbor Service um at gera oljuhavn á Drelnesi.

? Áðrenn vit fóru yvir á Drelnes, vísti eg honum eisini modellið av oljuhavnini á Drelnesi, sum stendur í ráðhúsinum og eg greiddi honum frá útbyggingarmøguleikunum, bæði eystur- og vestureftir.

Nú vildi Mærsk McKinney Møller ikki tosa við tíðindatænastuna á Føroya-ferðini, men hvat helt hann um eina oljuhavn á Drelnesi og um umstøðurnar har?

?Hann segði, at hann sjálvsagt visti um ætlanina og at hann fylgdi gongdini við størsta áhuga.

?Men hann kom eisini inn á oljuvinna uppá gott og ónt.

? Oljuvinnan førir avbera nógv virksemi við sær og tað er sjálvsagt gott.

? Men oljuvinnan ávirkar eisini tey pláss nógv, sum hon virkar í, hon kann eisini hava óhepnar avleiðingar við sær fyri mentan og náttúru okkara og kanska eisini eitt sindur av ólevnaði eisini.

Páll Vang sigur, at danski vinnulívsmaðurin heitti tí á føroyingar um at vera sera varnar í oljuvinnuni, og hann bað okkum fara hovliga fram og ikki skjótari, enn at vit alla tíðina høvdu fult tamarhald á støðuni.


Fekk gávur

Á Tvøroyri fekk Mærsk McKinney Møller eisini fleiri gávur m.a. eina mynd av Marité í fiskiskapi undir Grønlandi.

? Vit góvu honum eisini ein sera snotiligan brævknív, sum Øssur Eysturoy í Keypmannahavn hevur gjørt.

? Til konuna fekk hann eisini ein prýðislut úr føroyskum steini, sum bæði er funnin og evnaður til í Suðuroynni.

Og nú eigur Mærsk McKinney Møller eisini í einum føroyskum báti, tí tvøramenn góvu honum eitt partabræv í seksæringinum Naddoddi.

Páll Vang heldur annars, at tað tað sera hugtakandi at hitta hendan mannin.

? Hann var ógvuliga líkatil at tosa við. Hann var sera fryntligur, hann var lættur á fótum og hann var lættur í sinum tosi. Og at hann eisini er sera gløggur, er tað ongin av okkum, sum ivast í.

? So vit á Tvøroyri eru sera takksom fyri, at hann vildi leggja leiðina hendavegin og harvið at vísa sín stóra áhuga fyri teimum ætlanum, sum felag hansara hevur á Tvøroyri, sigur Páll Vang.