Tað verður eitt norðurlendskt brak í plaseringsdystinum um 15. pláss í HM-endaspælinum í Algeria. Føroyar, sum í dag trýstu HM-favorittarnar úr Fraklandi og taptu tepurt 28-25, skulu møta Svøríki.
Føroyar vóru veikast styrkismetti 4-ari, sum spældi seg víðari úr bólkaspælinum, og tað merkti, at nú Føroyar í dag taptu í 1/8-finaluni, so skal liðið beinleiðis til dystin um 15. pláss.
Eftir regluni um at vit skulu møta næstveikast styrkismetta 4-aranum, sum eisini er rokin út í 1/8-finaluni, so verður mótstøðuliðið í 15. pláss-dystinum Svøríki, sum í dag tapti ímóti Týsklandi.
Dysturin ímillum Týskland og Svøríki endaði við 26-26-javnleiki, men eftir longdu leiktíðina vann Týskland 31-28.
Svøríki hevur tískil spælt fleiri minuttir og eisini eitt seinni tíðspunkt enn Føroyar í dag. Tað er nevniliga minni enn eitt samdøgur til teir skulu spæla ímóti Føroyum, tí dysturin um 15. plássið verður í morgin kl.14.00.
Rás2 sigur sjálvandi frá dystinum millum Føroyar og Svøríki.