Móti og rúsdrekka­koyring á Kambsdali

tíðindaskriv

Hóskvøldið hevur Handilsskúlin á Kambsdali opið hús. Á skránni verður kunning um skúlan, tónleikaframførslur, mótasýning, spritt­simolator v.m.



Fimta árið á rað verður skip­að fyri hesum tiltaki, ið er blivið alsamt størri og betur vitjað.
Lærarar, næmingar og lest­rarvegleiðarar fara sum van­ligt at kunna um útbúgv­ingar skúlans og tær lærugreinir og tey tiltøk, sum eru á skúl­an­um.
Í ár er tað so heppið, at sprittsimulatorurin, ið hev­ur verið frammi sein­astu tíðina, eisini kemur at vitja hóskvøldið, so almenn­ing­urin í Norðoyggjum og Eyst­uroynni hevur høvi at royna hann.
Sum vanligt verður móta­sýn­ing har næmingar á skúlan­um fara at sýna fram nýggjasta mótan, og Niels Midjord kemur eisini á gátt og fer at syngja nakrar vísur.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møgu­leiki er at fáa kunn­ing í hesum tíðarskeiði á kunn­ingarbásum í flokshølunum. Ymisku framførslurnar fara fram frá 19 til 21 í matarhøll skúlans.