4. mei í ár bleiv Hilton dømd fyri at hava koyrt 120 km/t í einum parti av býnum, har tað er loyvt at koyra 55 km/t. Tá hon longu framman undan hevði ein treytaðan dóm fyri sprutt-koyring, var úrslitið, at hon fekk 45 daga fongsulsrevsing. Men av óransakiligum orsøkum er dómurin seinni tódnaður niður í 23 dagar. Mett verður, at tað hjálpti Paris Hilton, at farið varð undir at savnað undirskriftir til frama fyri ríka hotelarvingin. Hetta eru dreingirnir úr hart rokkandi hársprei bólkinum Mötley Crüe alt annað enn fegnir um og teir eggja nú til, at farið verður undir at savna undirskriftir, har heitt verður á myndugleikarnar um ikki at seta revsinginga hjá ríkmansdótturini niður.
"Hví spillur New York Times blað teigar at skriva um Paris Hilton og hennara savnan av undirskriftum, sum skulu sleppa henni undan fongsli fyri spruttkoyring…tvær ferðir! Hjálpi heldur Nikki Sixx, The Exies og øðrum listarfólkum at stuðla veruligum talentum, og ikki eini gívur sum Paris", eru hørðu orðini frá Mötley Crüe.
Bólkurin vísir síðani til Hilton sum eina "vánalig pornostjørnu" og vísir til leinkjuna til innsavnan av undirskriftum móti Paris Hilton, har øll hennara lógarbrot fyri ordans skyld eisini eru sett á ein lista. Higartil hava yvir 80 túsund fólk skrivað undir.