Altjóða samfelagið mótmælir, at Aung San Suu Kyi skal verða sitandi í húsavarðhaldi minst eitt hálvt ár afturat Hernaðarstýrið í Burma kunngjørdi í gjár, at andstøðuleiðarin Aung San Suu Kyi skal verða verandi í húsavarðhaldi í fyribils seks mánaðir afturat.
ST og fleiri lond hava mótmælt avgerðini hjá hernaðarstýrinum. ST-aðalskrivarin, Ban Ki-Moon, sigur seg harmast avgerðina, og George W. Bush, forseti, er somuleiðis harmur um avgerðina og heitir á stýrið í Burma um at lata allar politiskar fangar leysar.
Aung San Su Kyi, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1991, hevur sitið 12 ár í húsavarðhaldi síðani 1988. Í hesum umfari hevur hon verið í varðhaldi síðani 30. mai í 2003.