Mótmælisskriv viðvíkjandi stongsli í Vágahavinum kassa 1. vestanfyri Sandoynna

Útróðrarfeløgini Eystan Múla / Klaksvíkar / Leirvíkar / Fuglafjarðar:
Vit kunnu á ongan hátt góðtaka tíðaravmarkaða veiðibannið, sum Landsstýrismaðurin í fiskimálum Jørgen Niclasen hevur framt av kassa 1 í vágshavinum, vestanfyri Sandoynna.

Grundgevingin fyri hesari ónøgd er, at vit frammanundan eru nógv skerdir av friðingarøkjum norðanfyri, og umframt tað so hava vit trolingina á landleiðini har, eins og stóru línubátarnir eisiini hava loyvið at royna millum 6 og 12 fjórðingar úr landi.
Við víðkannini av friðingini av kassa 1 í vágahavinum er tað givið, at teir bátar í vanliga troyta hesa leiðir, vegna núverandi stogsli í vágahavinum, allir koma norðurum at royna har einki økið er at royna á, tá gýtingarleiðirnar allar eru stongdar aftaná 15. februar.
Samgongan við Jørgeni Niclasen sum fiskimálaráðharra burdi vit, at Klaksvík ? Fuglafjørður ? Leirvík ? Hvannasund og Norðdepil er ein týðandi partur av landsins inntøku, sum gevur livibreyð til nógvar familiur um hesar leiðir.
Stemmu fiskarí gevur lítið í landskassan í mun til rokfiskarí, men tá Jørgen Niclasen tvingar nærum allan útróðrarflotan á norðhavið, við áðurnevnda stongsli, nú várróðurin stendur fyri framman, tá man fiskimaðurin óiva hugsa seg meir enn einaferð um, hvør rættast er at sita við róðri í einum so týdningarmiklum starvi, vit sum hava hetta sum livibreyð høvdu ikki roknað við at fólkaflokkurin fór at stinga okkum so meint í ryggin nú valið stendur fyri durum.