Mótstøða sum enskur budingur

Enska vónin um kvinnuhondbólt á OL í 2012 tykist langt burturi. Hvørki tekniskt, taktiskt ella fysiskt var Ongland í nær námind tí, sum føroyska liðið mest sum spákaði sær til í fyrsta dystinum í Challenge Trophy í Sarajevo

Vogosca, Sarajevo: Dreymurin er, at Ongland skal hava eitt kvinnulandslið við í pottinum, tá farið verður undir kvinnuhondboltskappingina á Olympisku leikunum í 2012.
                      Soleiðis ljóðar setningurin hjá ensku landsliðsvenjarunum. Ein setningur, sum í fyrsta umfar hevur fingið tær at taka eitt blaðungt lið út til Challenge-Trophy kappingina í Bosnia. Men samstundis ein setningur, sum tykist vera fullkomuliga órealistiskur.
 
Risa-munur
Frá fyrsta bríksli stóð nevnliga púra greitt, at hetta var David móti Goliath. Og at David í hesum førinum ikki hevði nakran livandi kjans. Eftir at fyrsta bretska álopið varð dømt fyri nøl, kom fyrsta føroyska málið við kvikum kontra-spælið, og tað líka sum legði grundina undir restini av dystinum.
                      Ensku álopini gingu somikið spakuliga fyri seg, at verjan sjáldan hevði nakrar sum helst trupulleikar av hesum, og retur-renningar vóru mest sum ikki-eksisterandi. Føroyska kontraspælið fekk tí góðar karmar, og varð ferðin hildin, so skolaðu málini inn. Eitt sum eisini gjørdist sjónligt, tá føroysku venjararnir eftir einum 20 minuttum tóku time-out. Teir tóktust ónøgdir um, at spælararnir fóru at taka sær av løttum, og við seks málum innan teir báðar næstu minuttirnar, kom svarið púra greitt frá spælarunum á vøllinum.
 
Tvær afturat skulu inn
Grundað á lítlu mótstøðuna, so sást lítið til, hvør styrkin á føroyska liðnum er. Kontra-renningarnar vórðu tó væl vandar. Ikki minst eftir at Erla Eliassen slapp at senda hópin av góðum útkøstum fram á vølllin. Og tað var eisini sera hugaligt, at allar á dómaraseðlinum fingu heilt fitt av spælitíð, soleiðis at liðandin á tann hátt kundi styrkjast. Einastu spælararnir, sum hesa ferð stóðu uttanfyri, vóru Annika Thomsen, sum hevði verið eina ferða á sjúkráhúsinum, og Fríða Petersen, sum læt Tommu og Erlu ansa málinum. Lítil ivi er tó um, at tær báðar eisini koma at hava týðandi leiklutir, skulu Føroyar røkka allan vegin fram, og so hava venjararnir positiva trupulleikan, sum tað er, tá rúm skal finnast fyri teimum báðum á dómaraseðlinum.
                      Men tað er so ein trupulleiki, sum er komandi. Fyrsta uppgávan í ársins útgávu av Challenge-Trophy var í øllum førum ikki av slagnum, sum voldi okkara liði trupulleikar, og so var tað hóast alt gleðiligt, at talan gjørdist um tryggan stórsigur, har eingir spælarar fingu snuddir av nøkrum sum helst slag.
 
 

Fakta
Føroyar-Ongland 54-8 (28-6)
Føroyskir málskjúttar
Anja Heinadóttir 9, Ása Dam á Neystabø 8, Heidi Maria Akselsen 8, Anna Maria Sørensen 5, Durita Ljósstein Johansen 5, Simona Hansen 4, Unn Kragesteen 4, Fríða Marjunardóttir 4(1), Katrin á Neystabø 3, Joan Midjord Djordjevic 3, Annika Thomsen 1
Brotskøst: 1/2
Útvísingar: 3