MótstøðuliðIð hjá VB finnast í kvøld

Seinasta vikuskiftið gjørdist greitt, at annað av liðunum í steypafinaluni hjá kvinnum í ár verður VB. Hvørjum liðIð tær møta í finaluni fæst at vita í kvøld, tá VÍF og Stjørnan spæla seinnu hálvfinaluna í Vestmanna. Fyrra hálvfinala endaðI við einum teprum 18-17 sigri til Stjørnuna, so lagt er upp til spennandi dyst í Vestmanna í kvøld.

Dysturin millum VÍF og Stjørnuna byrjar klokkan 19.00, og Eyðun Samuelsen og Hannis Wardum úr Kyndli døma dystin.