Løgmaður Aksel V. Johannesen var í morgun á føðideildini í Landssjúkrahúsinum og handaði teimum eina gávu fyri at markera, at vit nú loksins eru 50.000 fólk í Føroyum.
So eru vit 50.000 fólk í Føroyum
Hann ynskti føðistovuni og øllum føroyingum til lukku við hesum megnar felags avriki, og handaði Johnny í Grótunum, sjúkrahússtjóra, ein málning.
Møguleiki var ikki at heilsa uppá barn nummar 50.000, tí óvist er júst hvør borgari nummar 50.000 er. Av tí at hetta er óvíst, so varð valt at hava móttøku á føðideildini ístaðin. Tey nýggju børnini, sum fødd vórðu fyrstu vikuna í mars mánaði verða at rokna sum møguligir borgarar nummar 50.000, greiðir Anna Dánjalsóttir, deildarleiðari á føðideildini frá.
Hagstovan skrivar, at skrásetta fyribils fólkatalið 1. apríl er 50.030 fólk. Vanliga kunnger Hagstovan fólkatalið ein mánað afturút, tí fleiri fráboðanir til landsfókaskránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mánaðir.
Nú fyribilstalið fyri 1. apríl vísir, at fólkatalið er farið upp um 50.000, eru helst fleiri, sum vilja vita, hvør persónur gjørdist íbúgvi nr. 50.000. Sum Hagstovan áður hevur víst á, er tað ikki so líka til at finna útav. Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss. Hetta ger, at uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri kunna gerast nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum, skrivar Hagstovan.
-Seinni verða tí øll nýggju børnini, sum fødd vóru fyrstu vikuna í mars mánaði bjóðaði til móttøku, sigur Anna Dánjalsóttir, deildarleiðari á føðideildini.
Sí myndir frá móttøkuni