Nógv fólk vóru komin saman mánadagin 13. oktober til móttøkuna hjá Føroya Sparikassa í sambandi við at annar av stjórunum, Bjarni Olsen, fylti 50 ár hendan dagin.
Bjarni Olsen er útbúgvin Cand. Scient.Oecon. Hann var stjóri á Hagstovu Føroya í 10 ár, áðrenn hann kom til Føroya Sparikassa, har hann gjørdist stjóri í 1999, samstundis sum Marner Jacobsen gjørdist forstjóri.
Bjarni er eisini kendur sum fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum og sum skrivari í Fíggingargrunninum.
Teir sum hildu talur á føðingardegnum hjá Bjarna vóru: Tórmund Joensen, næstformaður í nevndini í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, og Klæmint Olsen, beiggi Bjarna.
Tórmund Joensen segði m.a. at úti í heimi verður ofta tosað um, at nú er hetta ella hatta rákið fyri, hvat ein stjóri skal duga, og hvussu hann eigur at bera seg at, men í síðsta enda er eitt tað mest avgerandi, at ein stjóri er ein heilur persónur, at hann dugir at formidla og lurta. Og júst hesa fyrimynd, um vit so kunnu siga, halda vit í nevndini, at tú Bjarni - við tínum blíða og opna sinnalagi - livir sera væl upp til.
Marner Jacobsen segði m.a. at tað sigst, at hvørt ártíggju hevur sína charmu - og nú hevur Bjarni rundað tey fyrstu 5 ártíggjuni, og fer nú inn í sítt 6. ártíggju. Hyggja vit eftir, so er ikki so lítið komið av skaftið.
Vit í Sparikassanum kenna teg, Bjarni, sum vinaligan og dugna-ligan - tú hongir teg ikki í detaljur, og hevur altíð familjuna og starvs--fólkini fremst í huganum. Yvirhøvur hevur tú fyrst og fremst áhuga fyri menniskjum. Ættarbond hava tín stóra áhuga, og minnið hevur tú sum fáur. Og tá tað kemur til at kenna fólk, ert tú sum tikin úr leikum. Hetta eru alt eginleikar, ið eru sera góðir í tínum starvi og við tínum ábyrgd-ar-økjum.
Beiggi Bjarna, Klæmint Olsen, var tann sum kendi hann best, og segði hann frá barnaárunum, og øllum tí teir høvdu havt saman.
Umleið tvey hundrað fólk vóru til móttøkuna í Sparikassanum.