Móttøka hjá Reyni Service

Í dag frá kl. 14-17 er móttøka í nýggja sølu- og framsýningarbygninginum hjá Reyni Service í Hoyvík. Nógv fólk hava verið til móttøkuna, sum byrjaði kl. 13.55, tá Bet You Are William spældu. Kl. 14.15 bjóðaði Eivind av Reyni vælkomin og kl. 14.30 helt Bjarni Djurholm røðu. Eisini sungu Laila av Reyni og Linda Andrews.

Nýggi bygningurin er gjørdur í samráð við Toyota, eftir tí teir nevna »Retail Concept«, og bygningurin líkist øðrum Toyota bilasølum úti í heimi við øllum tí sum har til hoyrir.

Framsýningarhøllin er upp á tilsamans 440 fermetrar og eykalutagoymslan er á 200 fermetrum. Pláss er til 10-12 bilar í framsýningarhølinum, sum partvís er tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er umsiting og fundarhølir.