Norðurjól lat dyrnar upp í gjár, og kl. 16 var móttøka á Biskupstorgi.
Klaksvíkar Hornorkestur legði fyri við m.a. jólasálmum úr "Reyðu bók". Klaksvíkar Hornorkestur hevur nógv at gera í hesum døgum og skal spæla til jólatrøini í Klaksvík, Kalsoynni, Árnafirði og Svínoy.
##med2##
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim segði nøkur orð og bjóðaði vælkomin til hetta serliga jólaliga tiltak, sum verður opið allan desember mánaða.
Mimmy greiddi frá tiltakinum og handlunum, sum eru við í ár - eini 30 í tali, sum eru uppá skfir fram til jólar.
Danny og Ingi spældu nøkur løg og til bar at fáa sær ein Norðurjóla-duss.
##med3##
Nógv fólk var komið saman at vitjið hetta spennandi og annarleiðis tiltaki við hópin av spennandi handlum í spildurnýggjum hølum í veghædd á Biskupstorgi – mitt í miðbýnum í Klaksvík.
##med4##
Norðurjól verður opið frá kl. 10 – 17.30 hvønn dag fram til og við 23. desember 2019.
##ms##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med2##
##med10##