Móttøka og gávuhandan í Bókbindaragøtu

Fríggjadagin 7. apríl 2006 var móttøka í nýggju hølunum hjá Kaupthing í Bókbindaragøtu í Havn, har nógv fólk nýttu høvi at síggja nýggju hølini og heilsa upp á stjórar og starvsfólk



Hetta seinasta árið er virksemið hjá Kaupthing í Føroyum vaksið munandi, og talið av starvsfólkum er økt samsvarandi. Bankavirksemi stendur fyri framman, og tað setir nýggj krøv til pláss og umstøður. Fyri at betra um umstøðurnar hjá bæði viðskiftafólki og starvsfólki varð síðst í februar flutt í nýggj og munandi størri høli í Bókbindaragøtu 8 í Havn.
 
Nógv fólk nýttu høvi at síggja nýggju hølini og heilsa upp á stjórar og starvsfólk hjá Kaupthing. Tónleikur var eisini á skránni.
 
Undir móttøkuni handaði Peter Holm, stjóri í P/F Kaupthing, umboðum fyri Frelsunarherin 200.000 krónur til Herbergið, sum Frelsunarherurin stendur fyri.  Frelsunarherurin ger eitt framúrskarandi arbeiði fyri teimum heimleysu í Føroyum, og hetta arbeiðið hevur bæði viðurkenning og stuðul uppiborið, segði Peter Holm m.a. í grundgevingum sínum. 
 
Tá Kaupthing í Føroyum skjótt fer at virka sum banki, fáa kundarnir í Føroyum eina uppaftur betri tænastu frá einum av teimum stóru evropisku bankunum, sum Kaupthing Bank nú er vorðin. Kaupthing verður nógv tann størsti bankin á føroyska marknaðinum.
 
Hósdagin 27. apríl kunngjørdi Kaupthing Bank metgott úrslit fyri 1. ársfjórðing. Úrslitið eftir skatt gjørdist 1,6 milliardir danskar krónur og hetta er ein hækking upp á 69,5% sammett við 1. ársfjórðing í fjør.
 
Kaupthing hevur verið á føroyska marknaðinum seinastu 6 árini, og í dag starvast 15 fólk hjá Kaupthing í Føroyum.