Serbia-Føroyar 47-24 (5-11)
Á alheims styrkislistanum er Serbia nummar 20, og tað fingu føroyingar eisini at sanna. Støðan var 7-0, áðrenn føroyingar høvdu fingið fótin fyri seg, og byrjanin var rættiliga ivandi, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.
- Hatta var eitt lið, sum spældi sera skjótt, og har menn eru krútsterkir. Hartil vildi hetta liðið helst vinna stórt, tí teir vilja hava oddasessin í bólkinum, og tí góvu teir okkum ongan tíð loyvi at spæla við.
- Men eg eri so hampuliga væl nøgdur hóast alt. Seinna hálvleik spældu vit nógv betri, og málverjarnir byrjaðu eisini at taka eitt sindur. Tú kanst kanska siga, at 23 mál eru tann munurin, sum eigur at vera á slíkum liðum, men eg ivist einki petti í, at vit kunnu fáa eitt nógv betri úrslit á heimavølli, segði venjarin.
Besti málskjúttin hjá Føroyum í dystinum Dánjal Tórgarð við 6 málum. Sveinur Justinussen skeyt 4 mál.