Hóast finaluplássið mest sum var víst, longu áðrenn dysturin sunnudagin byrjaði, so var talan um stóran fagna á spælarunum hjá Stjørnuni eftir dystin. Eftir ein keðiligan mánað, har úrslitini hava verið langt ífrá nøktandi, hevði Sjtørnan aftur reist seg, soleiðis at tær nú tykjast vera til reiðar at vinna ætlaða meistaraheitið heim til felagið.
Eftir dystin hittu vit Unu Olsen á orði, og hon ásannaði eisini, at seinasta tíðin hevur verið strævin.
Nú sær tað so út til, at vit komu ígongd.Trupulleikin í ár hevur kanska verið skipanin av kappingini. Í endaspælinum hevur verið ov lítið at spælt um, og tað hevur merkt okkum. Tá vit so hava onkran truplan dyst á skránni, hava vit kortini ikki megnað at motivera okkum nóg væl. Og hetta sæst eisini aftur. Sjálvandi vilja vit vinna, tá vit fara á vøllin, men onkursvegna vita vit jú kortini, at tað kortini ikki hevur so nógv at siga.
Men eg haldi, at hesir báðir dystirnir hava verið øðrvísi. Gejsturin og viljin at vinna vóru nakað heilt annað nú, so tað byrjar at líkjast.
Vóru tit kanska eisini byrjaðar at ivast í egnari megi, undan dystinum í Vági í gjár?
Skal eg siga akkurát, sum er, so haldi eg, at vit allar sum ein smekkaðu nevan í borðið í gjár. Vit søgdu við okkum sjálvar, at nú skuldu vit stríðast alt tað, sum vit vóru mentar. Um vit so skuldu grulva av vøllinum, so skuldi tað eisini gerast. Og so riggaði alt knappliga betri. Skotini sótu, málverjarnir bjargaður, og kontraálopini riggaðu.
Og nú eru so tveir ella tríggir dystir eftir at spæla. Tað verður væl við sama viljanum, sum tit sýndu í gjár og í dag?
Tað hopi eg. Um nakað, so skulu vit tá stríðast enn meira, segði Una Olsen at enda.