Máttu vinna

Arnhold Berg hjá Skála var sjálvandi ovurfegin, tá hann og liðfelagarnir høvdu tryggja sær stigini móti KÍ í einum dysti, har Skála av álvara hevði knívin á barkanum.

- Tað høvdu vit. Vunnu vit ikki í dag, so vóru vit avskrivaðir.

Og tað er kanska ein støða, sum tit dugdu betur at tackla?

- Kanska. Vit høvdu eisini Hans Jákup Andreasen við okkum í dag. Hann dugir væl at peppa menninar upp, og so fóru vit annars út at stríðast.

Nú eru tit ájavnir við B71, og tit skulu til Sands næstu ferð. Trúgva tit nú veruliga upp á møguleikan?

- Ja, tað gera vit. B71 hevur vunnið á okkum tvær ferðir í ár, so hesa ferð má tað verða okkara túrur, sigur Arnhold Berg.