Í hesum døgum hátíðarhalda skopuningar, at liðin eru 100 ár síðani, at loyvið varð givið til fyrstu føroysku prædikuna í eini føroyskari kirkju. Tað vóru skopuningar sum í august í 1902 savnaðu saman undirskriftir til tess at fáa A. C. Evensen, prest, at halda prædiku á føroyskum, sum hann fekk loyvi til árið eftir.
Í Skúlablaðnum hjá Føroya Lærarafelag er í desember í 1974 grein eftir Mariu Mikkelsen um A. C. Evensen. Har skrivar hon m. a., »?at stórur meiriluti av fólki í Skopum søkti um loyvi til hansara at hava føroyska hámessu upp ímillum, aftan á at hava sagt frá tí, at prestur vanliga bert prædikaði seks ferðir um árið har í bygdini. Kirkjumálaráðið játtaði, fyri fyrst í trý ár, at hann prædikaði aðruhvørja ferð á føroyskum, »medens forrettelsen af hele altertjenesten såvel som oplæsningen af den bibelske tekst også ved disse gudstjenester bør ske på dansk, dog at det ikke er ham forment derefter at tilføje en færøsk oversættelse af samme«
Tað var Fríðrikur Petersen, sum um hetta mundið var próstur, og tí hann, sum formilga gav A. C. Evensen loyvið, ið komið varð frá kirkjumálaráðnum danska.
Vit koma ikki nærri inn á prædikuna í hesi grein, men vit fara at dvølja við megnarmannin, Andreas Christian Evensen og ætt hansara.
Føddur í Ónagerði
A. C. Evensen varð føddur á Viðareiði tann 6. desember í 1874. Pápi hansara var Jens Christian Evensen, sum um hetta mundið var prestur í Norðoya prestagjaldi við bústaði í Ónagerði á Viðareiði, og sum seinni var Føroya Próstur við bústaði á Nesi. Mamman var Anna Evensen, fødd Lützen úr Havn.
Jens Christian Evensen var føddur í Hvalba 21. mai í 1840. Pápi hansara var Johan Christian Evensen, sum var sýslumaður í Suðuroy. Hann var sonur hin fyrsta av Evensenættini í Føroyum, Ole Even Olsen, nevndur Ole Nordmand, sum var úr Kongsberg í Noreg. Hann var eisini sýslumaður, men kom higar sum ein av teimum fyrstu at kanna, um vinna kundi fáast úr kolinum.
Jens Christian Evensen kom sum smádrongur til Havnar at búgva, tí bæði foreldrini doyðu, tá hann var smádrongur. Mamman doyði av lungnabruna nýggjársaftan í 1843, meðan pápin doyði í 1846. Tá herjaði ein kikhostafarsótt í landinum, og sýslumaðurin mátti hjálpa læknanum - og varð smittaður. Hann doyði fáar dagar eftir tað.
Børnini vóru trý í tali, Jens Christian og Joen Peter, sum var eldri, fóru til Havnar, har teir vuksu upp hjá mentamanninum, Jens Davidsen, ið starvaðist á Amtskrivsstovuni. Kona hansara og móður Jens Christian vóru systkinabørn. Systirin, Elsebeth Kristine, vaks upp hjá einum presti (?).
Jens Davidsen (1803-1878) var ein maður við miklum gávum. Hans Jacob Debes, professari, sáli, skrivar í bókini »Politiska søga Føroya 1814-1906«, at neyvan nakar einstaklingur sum Jens Davidsen, mundi í sínum stillføri verða so víðfevnandi og hava so stóra mentunarliga ávirkan tað mesta av øldini, sum hesin sjálvlærdi mentamaður. Føddur í Suðuroy kom hann sum gávuríkur drongur til Havnar, har hann gekk í skúla hjá Svabo.
Fjurtan ára gamal fór hann at arbeiða á amtsskrivstovuni. Ikki bert var hann eggjari hjá øðrum føroyskum mentamonnum, hann setti teir eisini í samband við útlendskar mentamenn. Hann var íbirtari til stovnanina av Færø Amts Bibliotek (Føroya Landsbókasavni), har hann millum so nógv onnur samfelagsstørv sjávlur var bókavørður.
Útlendingar undraðust á, hvaðan hann hevði allan tann kunnleika, hann hevði á so mongum økjum. Jens Davidsen var ofta settur amtmaður, fúti og sorinskrivari, og virðingin fyri honum var stór.
Abbin kom av tilvild til Føroya
Móðir A. C. Evensen var Anna. Hon var dóttir Andreas Christian Lützen, lærara í Havn.
A. C. Lützen var dani, sum av tilvild kom til Føroya. Anna Evensen skrivar um pápan í endurminningum sínum ? sum eru skrivaðar í trimum eintøkum ? um hendingina, sum førdi til, at pápin kom til Føroya.
Sum nýútbúgvin lærari starvaðist hann sum húslærari hjá einum greiva. Einaferð, hann var á veg heim at halda jól, hitti hann nakrar læraraskúlafelagar á eini krógv. Tá sigur ein við hann: »Tú, Andreas Lützen, eitt lærarastarv við urguspæli er leyst uppi í Føroyum, tá átti at verið nakað fyri teg?«
A. C. Lützen helt tað vera nyttuleyst at søkja, tí tað tók so langa tíð at fáa post til Føroya, at tá mátti starvið langt síðani vera sett. Men hann helt tað kortini ikki saka nakað, at hann søkti, og soleiðis endaði hann í Føroyum, higar hann kom tann 5. mai í 1837.
Andreas Christian Lützen er soleiðis tann fyrsti Lützen í Føroyum, og eru øll av hesi ættini í Føroyum í dag undan honum.
Hann giftist við Evu Margrethu Jakobsen úr Baianstovu í Havn árið eftir ? í 1838. Hon var dóttir Jacob Poulsen í Baianstovu ? ella Jacob Baia og Annu Mariu Hansdatter, ið var ættað úr Fjósi í Havn.
Jacob Baia var sonur Poul Jacobsen, sum var soldátur í Havn.
Anna Evensen skrivar í endurminningum um, hvussu húsini fingu navnið Baianstova. Hon sigur, at langabbin, Poul, »rejste med en bayersk Turist der kom til Færøerne og som vilde have en Færing til Fører. Han lod bygge et Hus, der blev kaldet Bajernstue, og det fik Poul efter ham.«
Doyði í føvningi Kristians kongs
Andreas Christian Lützen fekk nógv álitisstørv í Havn. Hann var urguleikari og deknur, men hann var eisini politikari. Hann sat bæði á tingi og á ríkisdegi, og so var hann eisini borgarstjóri í Havn. Hann doyði brádliga júst meðan hann sum borgastjóri beyð Kristiani kongi IX vælkomnum, tá kongur á fyrsta sinni vitjaði Føroyar um ólavsøku mundið í 1874. Fyri ta tíð hevði eingin danskur kongur verið í Føroyum og heldur ikki í Íslandi, so hetta var ein stórhending, sum stóð fyri. Um ta hendingina tann 25. juli í 1874 skrivar Anna Evensen:
»Tá vit harheima hoyrdu fólk rópa, at nú kemur kongaskipið, fór pápi upp at rista.
? Tú ert ikki nervøsur, spurdi eg, tú ert jú so vanur at halda røðu.
? Tað er nú ikki soleiðis at tala fyri kongi sínum, segði hann nervøsur og risti so illa á hondunum, at hann mundi ikki fingið sett sær manchetknapparnar í.
Umsíðir vóru vit liðug og gingu oman á ta nýggju Kongabrúnna, har talan skuldi haldast. Pápi stillaði seg fremst, maðurin mín og eg stóðu eitt sindur aftanfyri. Mamma var farin inn so hon betur kundi síggja.
Tá kongasjaluppin kom siglandi inn móti brúnni, veittraðu fólk við lummaturrikløðum og róptu hurrá og hurrá næstan í tað óendaliga.
Endiliga steig kongur í land, og pápi fór undir vælkomurøðuna.
Pápi var ógvuliga rørdur, meðan hann talaði. Røddin gjørdist veikari og veikari. Eg veit ikki, um hann náddi endan á røðuni, men hann var við at missa tamarhaldið av ristingunum.
Kongur steig tá fram og tók í hondina á honum og takkaði fyri ta vøkru røðuna, men tá small pápi. Fólk hildu hann vera svímaðan, og hann var borin inn í eini hús nærindis. Kongur og Valdemar, prinsur, fylgdu honum, og boð vóru send eftir mammu um at koma, tí pápi var svímaður.
Beinanvegin komu tveir læknar, men har var einki at gera, pápi var deyður av hjartaslag, deyður við kongsins hond í sínari, og tað var tann vakrasti deyðin, hann kundi ynskt sær. Pápi helt so nógv av kongi og kongafamiljuni.
Kongur var ógvuliga rørdur av at pápi var deyður, og hann royndi beinanvegin at bøta um missin. Hann spurdi, um tað vóru nøkur forsyrgjaraleys børn. Mamma fekk ikki pensjón. Kongur beyð sær til úr egnum lumma at gjalda mammu 400 um árið, eg minnist ikki um talan var um krónur ella ríkisdálar, men hetta fekk hon so leingi hon livdi«.
Mamman, Eva Margretha, doyði í 1877.
Nevndur eftir abbanum
Sama ár, sum henda hending fór fram, var A. C. Evensen føddur hin 6. desember. Hann er uppkallaður eftir abbanum, Andreas Christian.
Fluttu til Danmarkar
Trý ár seinni ? í 1977 ? flutti familjan hjá A. C. Evensen til Suðuroyar, tí pápin tók við prestastarvi í Hvalba. Hetta skuldi vera tí, at mamman hevði ikki so góða heilsu, og læknin hevði mælt til, at tey fluttu suðureftir. Tí fluttu tey í 1877 av Viðareiði til Hvalba!
Eftir átta ár sum hvalbiarprestur, var Jens Christian Evensen útnevndur Føroya Próstur í 1885, og tá flutti familjan í Próstagarðin á Nesi. Hetta starvið røkti hann fram til 1900, tá tey fluttu til Danmarkar, har Jens Christian var prestur í Bregninge og Bjergsted tey síðstu árini. Hann doyði 27. juli í 1904.
Formaður Føringafelagsins
Uppvaksin lutvíst á Viðareiði, í Hvalba og á Nesi, hevur ungi Andreas Christian Evensen gingið í skúla í áttatiárunum ? um sama mundið, sum tjóðskaparrørslan mentist.
Andreas var ein av teimum ungu føroyingunum, sum fylktiskt um stevnuna hjá »Føringafelag«, sum m. a. var at fáa Føroya mál til æru og at fáa føroyingar at gerast sjálvbjargnar í øllum lutum.
A. C. Evensen fór at arbeiða við málinum, at skriva út og savna føroysk orð, og orðasavnið hevði hann við sær til Sorø í 1890, har hann arbeiddi víðari við tí alla skúlatíðina har.
Eftir at A. C. Evensen doyði, skrivar ein av skúlafeløgum hansara frá tíðini í Sorø um hann, at næmingarnir ongantíð rættiliga gjørdust felagar hansara, av tí at hann var so egin í mongum ? hann var heldur treiskur og bráðsintur, sum hann eisini vísti móti lærarunum. Hann sigur víðari:
? Eg minnist soleiðis, at Evensen, eina ferð hann í 4. flokki hevði fingið ein dyggan undir vangan frá einum lærara, reisti seg upp og segði: »Royn at sláa eina ferð aftrat!« so ramliga, at hesin vísiliga royndi at sláa tað upp í glens.
Víðari sigur hesin vinmaðurin, at ikki fyrr enn hann sum studentur hevði búð saman við Evensen í fleiri ár, sá hann hann sum tað góða og beinasama fólk, hann var.
A. C. Evensen varð studentur í 1894, og sama árið er lesarabræv frá honum at síggja í Dimmalætting, har hann nevnir seg Christian Jensen og sinniliga mælir ímóti eini grein í Færøsk Kirketidende, har ið blaðstjórin, presturin í Suðurstreymoy, hevði talað ímóti føroyskum krikjumáli: Krikjumálið skuldi ikki vera »tænari hjá teimum einstøku tjóðum og eyðkennum teirra«, og at føroyskt kirkjumál »fór at breiða myrkrið frá farnum døgum yvir hin bjarta nútíðardag«.
Chr. Jensen vildi tvørturímóti, at »Móðurmálið gjørdist tænari kirkjunnar«.
Á flatlondum var A. C. Evensen sum vera mann íðin limur í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, har hann eisini var formaður. Hóast nógv varð kjakast um stevnumið føroyingafelagsins í Føroyum, so hevði A. C. Evensen altíð fast undir fótum. Hann helt, at vit bjargaðu ikki málinum við hugvekjandi talu, og at fólk livdi ikki av rørslum, sum ongan gróður bóru. Men hann talaði altíð minni um, hvat aðrir áttu at gera, enn um tað, vit sjálvir skuldu fáa á skafti. Av tí at »hann untist væl í stormi og hataði makligt veður«, vóru tilburðirnir í felagnum ofta hareftir, men í vertskapi líktist A. C. Evensen heilt ørðrum ungdómi, skrivar Maria Mikkelsen í Skúlablaðnum.
Víðari sigur Maria Mikkelsen um hann, at hann var eitt sindur stirvin í medferð og stygdi hann tí viðhvørt fólk frá sær og hindraði teimum at fáa samarbeiði í lag.
? Tey, sum kendu hann, samdust lættliga við hann, tí at hann var hugaður at gagna okkara lítla samfelag, og at viljin var reinur, tí var eingin ivi í. Hoast hann var nakað stútutur í medferð, var hann ósjálvøkin, ávíkiligur og trúfastur, lítillátin og stoltur.
Stríðið um stavsetingina
Í lestrartíðini gjørdi A. C. Evensen nógvar rannsóknir, sat nógv á bókasavninum yvir teirri føroysku orðabókini.
Tá stríðið stóðst um rættskrivingina hjá Hammershaimb ? sum var eftir uppruna orðanna ? mótivegis ljóðfrøðiligu stavsetingina hjá Dr. Jakobsen, gjørdist A. C. Evensen harðast mótstøðumaður móti øllum broytingum, og reisti hetta eina mikla gølu, sum endaði við nýggjum stavsetingarreglum, »Broyting«, við fáum broytingum av stavseting Hammershaimbs. Men tann klovningur, sum kom í av hesum stríði gjørdi enda á »Føringafelag«.
A. C. Evensen tók embætisprógv í 1902. Prestur vildi hann vera. Í 1902 tók hann við sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi og fór eydnuríkur heim við konu síni, ið var donsk. Men hana hevði hann brátt ta sorg at missa av sjúku longu árið eftir.
Í 1906 giftist hann aftur við Kristinu Sofíu Joensen, ið var ættað av Skarvanesi.
?framhald