M2M

Shades of Purple

Á hesi lillalittu M2M fløgu hitta vit tær báðar Marion og Marit. Giti, at navnið á bólkinum kemur av hesum.

Hevur ein tíð, hegni og hug, so er at seta hesa fløguna í fløguopið á telduni, tí so fær ein tilboð um at skráseta alt millum himmal og jørð í telduni, so ein kann spæla eitt sjónbandalag. (Soleiðs eitur tað nú neyvan, tá talan er um teldu, tí bond eru yt í hesum digitalu tíðum.)

Men fløgan kann eisini væl nýtast bert til oyruni, tí her er talan um tvær, ið duga at syngja. Og mín sann eisini skriva.

Jú, her er tónleikur, ið flýtur sum hunangur inn ígjøgnum oyragangirnar og nakað situr klistrað eftir. Søtt. Men gott. Soleiðis er við hunangi.

Fínpussaður diddupoppur. Gamaní. Men her tykist at verða góðska undir øllum sukrinum. Her er ikki bert talan um vánaligan, søtan kost. Tað tykist, sum er styril í.

Kundi hugsa mær, at hetta er nakað, sum klistrar á hittlistum kring heimin.

Avgjørt ein fløga, ið er verd at seta í spælaran. Hon skelkar í hvussu er ongan