Maður og kona hugna sær í Sandavági

Leygarkvøldið 21. mars kl. 19.30 skipar Sandavágs Ítróttarfelag fyri hugnakvøldi bæði fyri kvinnur og menn. Á skránni er millum annað spennandi og øðrvísi matskrá, mótasýningar, sexologur og ølserfrøðingur

Kvøldið verður skipað í tveimum, soleiðis at kvinnurnar vera í hølum fyri seg, og menninir fyri seg. Endað verður við felags dansi í SÍF Húsinum, har eisini er møguleiki hjá teimum, sum ikki fingu atgongumerki til restina av kvøldinum, at vera við.

Skráin er spennandi og fjølbroytt í báðum førum. Kvinnutiltakið byrjar við mótasýning, skreytlutum og hársýningum. Solistar úr Vágum fara at undirhalda við sangi, eins og eisini ein íslendsk songkvinna fer at undirhalda. Fyrilestrar vera við bæði sexologi og landsstýriskvinnu.

Kvinnurnar verða forkelaðar av einum íslendskum kokki, sum fer at borðreiða við sera spennandi matskrá, sum ikki er almannakunngjørd enn. Eitt satt yvirraskilsi, siga fyrireikararnir.

Menninir fáa eisini forkunnuga matskrá, sum Birgir Enni fer at gera úr sjómati. Ølserfrøðingur fer at greiða frá um øl og mat, og ivaleyst verður reypað dúgliga afturvið.

Eisini her verður undirhald við kendum sangarum, og felagssangur á skránni.

Framsýningar verða eisini til menninar. Her eru tað GPS?arar, ur, fartelefonir, frítíðarklæði, eins og onnur fínari klæði, ið verða at síggja. Og sanniliga um ikki sexologurin eisini kemur framvið.

Kvøldið endar við felags dansi í SÍF húsinum, har orkestrið CHILL fer at spæla.

Kostnaðurin fyri alt tiltakið, bæði við mati og dansi, er kr. 250,-.

Atgongumerki eru at fáa í FK handlunum í Vágum til hósdagin 19. mars.