Maður tikin fyri harðskap – tvær ferðir

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men sum heild hevur tað verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Tó er ein maður skuldsettur fyri harðskap. Ikki minni enn tvær ferðir kom hann til ilnar við aðrar menn og í báðum førum brúkti hann nevarnar ímóti teimum. Hann er sostatt skuldettur fyri harðskap í tveimum førum.

 

Teir báðir menninir, sum vórðu slignir, fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, men at síggja til hava teir ikki fingið nakran serligan skaða. Men løgreglan fer at avhoyra fólk í dag fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi.

 

Annars var løgreglan í býnum í nátt og í tí sambandi varð ein maður steðgaður. Og tá ið hann varð kannaður, fann løgreglan eina lítla nøgd av hassji uppi á honum, so nú er hann skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni, sigur løgreglan.