Løgreglan fór fyri løtu síðani til Vágs við politihundaførara og hundi at leita eftir einum 68 ára gomlum manni, sum er saknaður.
Løgreglan veit ikki nógv at siga um málið júst nú annað enn, at maðurin hevur verið saknaður í allan dag, og nú verður farið at leitað.
Myndin er tikin fyri løtu síðani, tá ið løgreglan var við tyrlu í Gøtu eftir politihundaførara og hundi.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at løgreglan fer undir at leita nú, hóast tað er myrkt.
In.fo fylgir málinum.