Maðurin í svørtum gongur aftur

Sum nakað heilt forkunnugt hava føroyskir biografgangarar í løtuni høvi at síggja ein film, har bæði bókin og filmurin koma við bestu ummælum í viðførinum

Talan er um filmin Walk the line, ið byggir á endurminningarnar Cash hjá mæta tónleikararnum Johhny Cash, ið hann skrivaði stutt áðrenn hann doyði í 2003. Her fingu lesarar fingu tað, teir vónaðu men sjáldan fáa, tá av tornar í slíkum útgávum. Eitt var, at gátuføra søgan um hvussu tað kundi bera til at ein tónleikari, ið hevði riðið á tindunum í samfull 30 ár, knappliga stóð uttan plátusáttmála miðskeiðis í 80unum, nú umsíðir bleiv søgd. Men mátin, Cash sigur hana, er so náðileysur, at orðið langt frá røkkum í hesum føri. Myndin tú stendur við miðskeiðis í bókini er av einum manni, sum satt at siga er eitt so stórt bartrog, at hann ikki hevur uppiborið betri enn at ganga til grundar í síni endaleysu rúsmisnýtslu. Men Guds børn batna sum kunnugt, og tá bartrogið so hartil kemur við síni inniligu lýsing av vinarlagnum við Bob Dylan og Roy Orbison, má sjálvt tann mest kyniski lesararin geva seg yvir. Tað gjørdi kona Cash eisini og gav sítt til at søgan um The man in Black samstundis er nær við at vera aldarinnar kærleikssøga.

Johnny Cash, Cash,
Klim, 2005