Madonna dugir annað enn bert at syngja, dansa og framleiða filmar. Eftir væleydnaðu verkætlanina, sum Madonna og dóttir hennara høvdu við Material Girl, sum er ein kollektión fyri børn, fer Madonna nú víðari sum mótaframleiðari, og fer í næstum at almannakunngera eina kollektión til kvinnur frá 27 50 ár.
Kollektiónin fær navnið Truth or Dare by Madonna, og fyrsta stigið í verkætlanini er at almannakunngera eina parfumu, og næsta stigið verður skógvar, taskur og undirklæði.
-Í nógv ár havi eri eg blivin spurd um at framleiða mítt egna merki innan klæði. Nú er tíðin røtt, og eg havi funnið nakrar góðar samstarvsfelagar í Iconix, sum kunnu hjálpa mær at gera mínar dreymar til veruleika, sigur Madonna í tíðindaskrivi til amerikanskar miðlar.
Sambært songkvinnuni, fer kollektiónin at venda sær til kvinnur, sum hava ein tíðarleysan og frekan stíl.
Um tað ljóðar sum nakað fyri teg, so kanst tú fylgja við í heimasíðuni hjá Macys, sum í 2012 fer at selja kollektiónina hjá Madonnu.