Madsen sum Roberto Carlos

1. deild Dómarin hevði lagt fimm minuttir afturat. Tíðin var farin. Høgni Madsen rann seg í góða støðu og fekk bóltin í føturnar. Miðvallarin legði leðurkúluna til rættis fyri høgra beinið og valdi at senda seinasta skotið í dystinum avstað frá brotsteigarmarkinum

Og bólturin sat í netinum handan Trónd Vatnhamar, sum vardi málið hjá EB/Streymi.
Høgni Madsen var stóra hetjan í Klaksvík í vikuskiftinum. Mið­vallarin, sum er serliga eyðkendur fyri sín stríðsvilja á vøllinum, syrgdi í seinastu sekundunum fyri, at KÍ tryggjar sær uppflyting á Tvøroyri mikukvøldið, um klaksvíkingar fáa stig á Sevmýru.
Málið var framúr. Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Høgni Madsen minti ikki sørt um brasilianska Roberto Carlos, tá fuglfirðingurin sendi skotið avstað.
3-2 til heimaliðið.
Og so floytaði Alex Troleis, dóm­ari, fyri seinastu ferð.

Hevur flutt nógv
Høgni Madsen flutti til KÍ í summ­ar­steðginum í fjør.
At flyta felag hevur verið eitt av eyðkennunum hjá 25 ára gamla fuglfirðinginum.
Seks ferðir hevur hann skift úr einum felag og í annað.
Hann verður serliga mintur fyri løtuna í 2006, tá Tony Paris skifti Madsen út í heimadystinum móti GÍ. Aftaná at hava verið í brúsuni, kom hann inn um gyrðingina og yvir til venjarabeinkin, har hann við ómisskiljandi faktum segði bæði Tony Paris, øllum áskoðarunum og myndatólunum hjá 3-2, hvat hann helt um venjaran.
Madsen hevur umboðað ÍF, GÍ, KÍ og NSÍ á sínari yrkisleið higartil.
Hann er skrásettur fyri tríggjar landsdystir fyri Føroyar.
Restar lítið í
07 Vestur og KÍ kunnu staðfesta miku­kvøldið, at liðini, sum fluttu niður úr bestu deildini í fjør, skulu spæla í Vodafonedeildini í 2011.
Úrslitini í vikuskiftinum lagaðu seg soleiðis, at niðurflytararnir verða uppflytarar, um liðini fáa eitt stig afturat í seinastu fýra dyst­unum. Ella, um TB snávar.
07 Vestur spældi javnt á heima­vølli móti TB. Emil Mikkelsen javn­aði fyri heimaliðið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Úrslitið var 2-2.
FC Hoyvík er nú á sjeynda pláss­inum. Hoyvíkingar hava verið undir niðurflytingarstrikuni seinastu mán­aðirnar. Tony Rasmussen skeyt hattrick, tá FC Hoyvík vann 3-0 á úti­vølli móti næstbesta liðnum hjá NSÍ.