Maður deyður í tarvakapping í Spania

Ein maður er deyður av løstunum, sum hann fekk í eini tarvakapping í býnum Pobla de Farnals í Valencia landspartinum í Spania í gjár.

Tarvakapping í San Sebastian de los Reyes í Madrid í síðsta mánaði. Sambært djórverndarbólkunum AnimalNaturalis og CAS International verður hvørt ár skipað fyri tarvapakking í yvir 1800 sponskum býum og bygdum. - Foto: David Fernandez/Ritzau Scanpix

Maðurin, sum var úr Spania, var stungin av einum tarvi, tá hann var sum eina tarvafektari í tarvakappingini í gøtunum í býnum.

– Hann varð fluttur á sjúkrahús, men doyði av løstunum, sigur ein embætismaður í býnum við Reuters.

Ein annar maður, sum varð stungin í beinið av sama tarvi, er innlagdur, men er uttan fyri lívsvanda.

Í juli vórðu tíggju fólk særd í eini aðrari tarvakapping á San Fermin-festivalinum í norðurspanska býnum Pamplona. Fleiri vóru útlendingar – millum annað amerikanarar. Eingin teirra kom álvarsliga til skaða.

/ritzau/Reuters