Maður dømdur forvaring fyri at neyðtaka níggju ára gamla gentu í Grønlandi

Ein 61 ára gamal maður er dømdur forvaring í óásetta tíð fyri fleiri ferðir at hava neyðtikið eina níggju ára gamla gentu í Grønlandi.

 

Ein maður er av einum økisrætti í Grønlandi dømdur forvaring fyri at hava neyðtikið eina níggju ára gamla gentu, upplýsir grønlendska løgreglan. (savnsmynd). - Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Rætturin í grønlendska býnum Ilulissat dømdi hósdagin ein 61 ára gamlan mann í forvaring í óasetta tíð fyri millum annað at hava neyðtikið eina tá níggju ára gamla gentu.

 

Tað upplýsir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.

 

Tann 61 ára gamli varð funnin sekur í neyðtøku, neyðtøkuroynd og blygdanarskemd móti níggju ára gomlu gentuni.

 

Hann varð ákærdur fyri at hava neyðtikið gentuna fleiri ferðir heima hjá sær.

 

Ágangurin, sum maðurin varð ákærdur fyri, fóru fram í tíðarskeiðnum frá 2020 til 2022.

 

Grønlendska løgreglan fekk fráboðanina 23. mai í fjør, og maðurin varð handtikin dagin eftir.

 

Maðurin varð mentalkannaður í sambandi við málið. Saman við fráboðan frá Læknakanningarráðnum stuðlaði kanningin undir áheitanina hjá ákæranum um varðhald, skrivar løgreglan.

 

61 ára gamli maðurin er áður dømdur fyri nakað líknandi, vísir serligi ákærin Gutti Harryson á í tíðindaskrivinum.

 

- Tí haldi eg, at maðurin er hættisligur fyri borgararnar í samfelagnum, sum rætturin tók undir við, sigur hann.

 

Tann dømdi bað um tíð at hugsa um hann skuldi kæra dómin.

 

Rætturin avgjørdi, at maðurin skal sita fongslaður, meðan ein møgulig kæra verður viðgjørd.

 

/ritzau/

 

Ein maður er av einum økisrætti í Grønlandi dømdur forvaring fyri at hava neyðtikið eina níggju ára gamla gentu, upplýsir grønlendska løgreglan. (savnsmynd). - Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix