Maður skaddur á Eystaru bryggju

Leygarkvøldið fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein maður hevði fingið skaða á Eystaru Bryggju í Havn

Vikuskiftini hava ikki volt løgregluni í Havn teir stóru trupulleikarnar seinastu tíðina - tíbetur.

Hóast nógv fólk hava verið í býnum, so hava tey verið friðarlig.

Soleiðis var eisini farna vikuskiftið. Einasta, sum løgreglan varð kallað út til var at ein maður hevði fingið skaða í nøsina á Eystaru bryggju í Havn.

Løgreglan fór á staðið og metti at nøsin var brotin antin av fallið ella av tí at maðurin var álopin. Hetta vildi maðurin tó einki siga um sjálvur, so løgreglan hevur lagt málið til viks, sigur Suni Vinther, støðleiðari í Havn.

Maðurin varð annars koyrdur á skaðastovuna og síðani hevur løgreglan einki frætt frá honum.


Latið

garðarnar fáa frið

Suni Vinther, støðleiðari er, sum heild, vælnøgdur við hvussu fólk uppføra seg tá tey eru í býnum, men hevur tó kortini eitt hjartasuff.

? Tað hevur verið so friðarligt sum sjáldan, men hóast tað, so er enn onkur, sum heldur tað verða stuttligt at ganga og bróta stakitt. Tað sær út til at tá ung fólk fara í býin, so skulu dreingirnir gera seg upp við at bróta onkran garð.

? Eg vóni, at fólk fara at leggja henda óvanan frá sær eisini. Tey hugsa ikki um, at tey fólkini, sum eiga garðarnar, skulu gjalda fyri at seta teir í stand aftur, sigur Suni Vinther at enda.


Friðarligt í restini

av landinum

Í restini av landinum vóru døgnrapportirnar blankar.

Bæði úr Eysturoynni, Klaksvík og úr Vágunum vóru boðin tey somu, at har var einki farið fram, sum var ímóti lógini.

Í Vágum tekur løgreglan sær av flogvøllinum, og tað merkir heilt fitt av eykaarbeiði.

Av støðini í Vágum verður sagt, at har hevur verið stórur aktivitetur um vikuskiftið, men eingir trupulleikar hava verið í tí sambandinum.