Michael Lang eigur rúm í tónleikasøguni sum maðurin, ið, saman við øðrum, tók stig til kenda Woodstock festivalin í 1969.
Nú er Michael Lang deyður, 77 ára gamal.
Hann fer altíð at verða settur í samband við tann 3 daga langa festivalin í 1969, har tónleika legendur sum Jimi Hendrix, Santana, The Who og Janis Joplin fóru á pall úti á bygd eystaliga í USA í býnum Bethel.
Eg leigaði 3 tey størstu nøvnini, ið vóru tá: Jefferson Airplane, Canned Heat og Creedence Clearwater Revival, segði Lang í 2019 við Billboard. Og við hesum fór “kavabólturin á rull”, og størstu tónleikanøvnini vildu eisini verða partur av hesum, sum endaði við at vera ókeypis festivalur, tá umleið 400.00 løgdu leiðina til Woodstock, og hetta var nógv meira enn ætlað. At halda skil á var vónleyst, og fyri ikki at fáa órógv í mannamúgvuna, sluppu øll inn ókeypis.
Lang andaðist 8. januar, eftir at hava verið sjúkur av krabba.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##