-Mær dámar ikki fíggingarleistin

Jóan Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur lítið um uppskotið hjá partamanninum Jacob Vestergaard, sum biður tingið um loyvi at leiga eitt nýbygt havrannsóknarskip

Jóan Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur lítið um uppskotið hjá partamanninum Jacob Vestergaard, sum biður tingið um loyvi at leiga eitt nýbygt havrannsóknarskip.

 

Jóan Magnus Rasmussen, sum umframt at vera løgtingsmaður eisini er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, dámar snøgt sagt ikki fíggingarleistin, ið lógaruppskotið leggur upp til.

 

- Grundleggjandi haldi eg, at tá man fer at keypa okkurt, so eigur man at hava pengarnar til tað. Í øðrum lagi kann vera neyðugt at læna pengarnar. Men hesin leisturin leggur so upp til at ”leasa” eitt skip, sigur Jóan Magnus Rasmussen.

 

Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til, at løgtingslógin frá juni 2011 um at byggja nýtt havrannsóknarskip fer úr gildi. Í staðin skal landið leiga eitt nýbygt, spildurnýtt havrannsóknarskip frá onkrum privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip.

 

Í Sosialinum fríggjadagin metti Jørmann Petersen, statsaut. revisor, at talan reelt er um fíggjarliga leasing.

 

Tann niðurstøðan merkir á vanligum føroyskum, at øll útreiðslan til havrannsóknarskipið skal útreiðsluførast í landsroknskapin beinanvegin.

 

- Mær dámar ikki leasing sum heild. Talan er um ein dýran máta at arbeiða uppá, og tá avtornar er rentan ofta høg, sigur Jóan Magnus Rasmussen.

 

Løgtingsmaðurin sigur seg hava givið sína støðu til kennar innanhýsis í Fólkaflokkinum.

 

- Havrannsóknarskipið burdi ligið inni í íløgukarminum, staðfestir Jóan Magnus Rasmussen, sum tó enn ikki vil siga, hvussu hann fer at atkvøða, tá málið kemur til 2. viðgerð í løgtinginum.

 

Við Sosialin í dag sigur samgongutingmaðurin Reimund Langgaard, ið eins og Jóan Magnus Rasmussen er partur av løgtingsgrannskoðarunum, seg somuleiðis vera ímóti fíggingarleistinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

 

- Hetta er ikki rætti mátin at gera tingini uppá. Her er eftir míni bestu sannføring talan um fíggjarliga leasing, og tí skal útreiðslan taka við í roknskapin undir einum, og ikki spjaðast yvir fíggjarlógirnar næstu 20 árini, sigur Reimund Langgaard.

 

Løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin sigur seg óttast, at leisturin kann skapa fordømi fyri aðrar verkætlanir.

 

- Sum politikari kanst tú avrika nógv meira, um tú ikki útreiðsluførir ætlanina beinanvegin, men í smáum bitum yvir eitt 20 ára skeið. Men roknskaparliga hava vit reglur at ganga eftir, sigur Reimund Langgaard.

 

Lógaruppskotið um havrannsóknarskipið er til 1. viðgerð í løgtinginum júst nú. Stóru andstøðuflokkarnir eru harðliga ímóti lógaruppskotinum hjá Jacob Vestergaard, sum biður tingið um loyvi at langtíðarleiða eitt havrannsóknarskip í upp til 20 ár.