Maersk Air arbeiðir óseriøst

Tilboðið, sum Maersk Air kom við um bíligar ferðaseðlar til Danmarkar, er óseriøst, tí talan er um beinleiðis prísdumping, sigur stjórin í Atlantsflog, sum er ørkymlaður og tykist eitt sindur tikin á bóli av Maersk Air

Talan er um beinleiðis prísdumping, tá Maersk Air nú fer at lækka prísirnar so nógv, uttan at tosað hevur verið um tað frammanundan, sum annars hevur verið vanligur príspolitikkur, sigur stjórin á Atlantsflog, Magni Arge í viðmerking til tilboðið, Maersk Air legði fram á tíðindafundi mikudagin.

Magni Arge sigur, at teir prísirnir, Maersk Air nú bjóðar fram, standa ikki mát við tað, flúgvingin veruliga kostar. Og hann er sannførdur um, at hetta er ein máti at trýsta tann fátækara kappingarneytan, Atlantsflog, fíggjarliga. Tí tað er eingin ivi um, at skal kappast upp á handan mátan, verður tað tann djypri lummin, sum fer at vinna. Og tá so annar liggur eftirá, fara prísirnir aftur upp loft, og so er einki vunnið hjá tí, sum ferðast skal.

Tað kann tykjast freistandi hjá fólki at taka undir við hasum nú. Tey fáa bíligar ferðaseðlar, meðan hetta blóðbaðið stendur uppá, sigur Magni Arge. Men so skjótt annað felagið - og tað verður Atlantsflog - er givið, eru hasi tilboðini eisini horvin, sigur hann.

Magni Arge heldur ikki, at vit eiga at lata fríu marknaðarkreftirnar laga prísirnar á Føroyarutuni, tá vit tosa um flúgving. Hann vísir á, at um Maersk endiliga vildi lækka sínar prísir, kundu teir bara gjørt tað, meðan teir vóru einsamallir.

Væl er eingin ógvuslig príslækking hend, síðan Atlantsflog fór at flúgva. Men har eru komnar so nógvar aðrar tænastur, sum ikki vóru, sigur Magni Arge og vísir á, at talið á fráferðum er vaksið helt munandi, eins og stabiliteturin á rutuni er øktur øgiligt, síðan Atlantsflog fór á flog.

Hann vil als ikki inn á at samanbera fría kapping í luftini við ta kappingina, sum var á sjónum, tá Smyril Line tók dystin upp við DFDS. Tað vísir hann bara frá sær. Men hann sigur tó, at skal frí prískapping vera um flúgvingina upp á Føroyar, má eisini vera frítt hjá feløgum uttan fyri ES at flúgva í ES. Og tann møguleikin er ikki, sigur Magni Arge.

Hann heldur tað vera beinleiðis harraboð úr Danamark, at Maersk Air skal royna at trýsta Føroya Landsstýri at geva lovyi at dumpa ferðaseðlaprísin við tveimum daga skotbrái. Hann vónar, at landsstýrismaðurin fer at hyggja at, hvat loysir seg í dag ,og hvat fer at loysa seg í framtíðini.

Tað má ikki verða so, at landsstýrismaðurin fer at geva Maersk Air loyvi at flúgva fyri løtuvinning hjá ferðafólkunum í dag. Tí tað fer avgjørt at koma teimum aftur um brekku, tá bert eitt felag verður eftir, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsgflog.

-Nú má landsstýrismaðurin finna út av, um hann vil hava karráða kapitalismu at virka á Føroyarutuni, ella hann fer at hyggja at, hvat gagnar føroyskum áhugmálum best, sigur stjórin á Atlantsflog.

Magni Arge sigur, at hann er heldur ørkymlaður av teimum signalum, Maersk Air sendir út við hesum tilboðnum. Men hann hevur einki í hettuni, sum setast kann upp ímóti. Tað er als ikki viðgjørt. Men nevndarfundur verður í dag, og tá verður málið uttan iva tikið upp.

Roynt varð at fáa eina viðmerking frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, var á veg aftur til Danmarkar, tá roynt varð at fáa orð á hann, beint áðrenn blaðið fór til prentingar, so tað eydnaðist heldur ikki.