Magdalena Andersson aftur góðkent sum forsætisráfrú í Svøríki 

Magdalena Andersson er nummar 34 í svenska forsætismálaráðnum og fyrsta kvinnan í stavinum.

Á øðrum sinni í fimm dagar var Magdalena Andersson vald til forsætisráðfrú í Svøríki – sum fyrsta kvinnan nakrantíð. Mynd: Jonas Ekstromer/AFP/Ritzau Scanpix

Forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, er í dag fyri aðru fyr seinastu vikuna góðkent sum forsætisráðfrú í Svøríki av Ríkisdegnum. Hon loysir av Stefan Löfven.

 

Á atkvøðugreiðslu seinnapartin er hon góðkend sum fyrsta kvinna í forsætismálaráðnum í Svøríki, tá 101 limir av teimum 349 í Ríkisdegnum atkvøddu fyri henni, meðan 75 lótu vera við at atkvøða, og 173 atkvøddu ímóti henni.

 

Sambært svensku skipanini kann eitt forsætisráðharravalevni verða góðkent, tá tað ikki er ein meiriluti, sum atkvøður í móti einum valevni.

 

Magda Lena Andersson, sum hevur verið fíggjarmálaráðfrú hjá Stefan Löfvens síðani 2014, varð í síðstu viku fyrru ferð vald við minst møguliga muni. Tí fyri fimm døgum síðani atkvøddu 174 limir av teimum 349 í Ríkisdegnum ímóti henni.

 

Harvið manglaði bara ein atkvøða í, at hon hevði ein meiriluta ímóti sær. Formaðurin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén, kundi boða frá, at ein kvinna á fyrsta sinni varð vald í landsins hægsta politiska sess.

 

Um 16 tíðina sama dag varð hon noydd at fara til formannin og boða frá, at hon legði frá sær, eftirat Umhvørvisflokkurin var farin úr stjórnini, tí fíggjarætlanin hjá stjórnini ikki varð samtykt.

 

Formelt var Stefan Löfvens so framvegis forsætisráðharri í eini fyribilsstjórn.

 

Men nú er Magdalena Andersson so aftur vald til forsætisfrú sum leiðari fyri eina stjórn bara við Javnaðarflokkinum.

 

Magdalena Andersson er 34. fólki í forsætismálaráðnum. Stjórnartíð hennara væntast at verða merkt av, at val er næsta ár í Svøríki. Roknað verður við, at hon fer at stýra við stuðuli frá Umhvørvisflokkinum, Miðflokkinum og Vinstraflokkinum.

 

Væntað verður, at hon í morgin fer at boða frá stjórn síni og stjórnargrundarlagnum. Síðani fer forsætisráðfrúan til kongin, so stjórnin formliga kann taka við. Tað verður eftir øllum at døma í morgin ella mikudagin.

 

Nýggja forsætisráðfrúan sigur, at hon fer at steðga bandakriminaliteti í Svøríki, og at fólk ikki skulu vera bangin fyri at fáa eina bumbu ella hondgranat kastaða inn í bústað sín.

 

Tað krevur sambært henni eina mobilisering av øllum samfelagnum og betri integratión.

 

Merkismálini hjá Magdalena Andersson umframt stríðið ímóti bandakrimnaliteti er verðurlagið og vælferðin.

 

Hon býr í Nacka, nærindis Stókkhólmi, við manni og tveimum børnum.

 

Hon er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Handelshögskolan í Stokkhólmi.

 

/ritzau/TT

 

 

Um Magdalenu Andersson:

 

* Fulla navn hennara: Eva Magdalena Andersson.

 

* Fødd 23. januar 1967 í Uppsala.

 

* Gjørdist sum ung svørismeistari í svimjing í sínum árgangi.

 

* Giftíi 1997 við Richard Friberg, sum er búskaparfrøðingur. Tey hava tvey børn saman.

 

Yrkisleið:

 

* 1983: Meldaði seg inn í SSU, ungmannafelagið hjá svenska Javnaðarflokkinum.

 

* 1996-2004: Ráðgevi sum ætlanarleiðari í forsætismálaráðnum í Stokkhólmi.

 

* 2004-2006: Ríkisskrivari – politiskt útnevnt embætisfólk – í Fíggjarmálaráðnum.

 

Statssekretær - en politisk udpeget embedsmand - i Finansministeriet.

 

* 2007-2009: Ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum í Ríkisdegnum.

 

*2009-2012: Stjóri í svenska skattastýrinum, Skatteverket.

 

* 2012-2014: Búskaparpolitiskt talsfólk hjá Javnaðarflokkinum.

 

* 2014-2021: Ríkisdagslimur fyri Javnaðarflokkin og forsætisráðfrú í teimum trimum stjórnunum hjá Stefan Löfven.

 

* 2021-: Forkvinna í Javnaðarflokkinum.

 

Útbúgving:

 

* 1992: Siviløkonomur frá Handelshögskolan í Stokkhólmi.

 

*1992-1995: Doktaragrad í búskapi við Handelshögskolan og Harvard eins og í Wien, sum hon ikki hevur gjørt lidna.

 

Keldur: Regeringen.se, NTB, Expressen.

 

/ritzau/

 

 

 

Á øðrum sinni í fimm dagar var Magdalena Andersson vald til forsætisráðfrú í Svøríki – sum fyrsta kvinnan nakrantíð. Mynd: Jonas Ekstromer/AFP/Ritzau Scanpix