Maggi stóra myndaframsýning í Smiðjuni

Magnus Gunnarsson og Tórshavnar Kommuna skipa fyri stórari myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík um ólavsøkuna.

Framsýningin er opin í dag, leygardagin 30. juli og í morgin sunnudagin 31. juli frá kl. 14.00-21.00

 

Framsýningin er í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilur kom til Føroya í 1922.

 

Umleið 500 myndir eru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum.

 

Myndir eru av fyrstu bilunum og av bilum og bilaumhvørvi hesi 100 árini.

 

Bilarnir broytast alla tíðina, og lætt er ofta at tíðarfesta myndir, tá ein bilur er á myndini.

 

Eisini verður bókin “Fyrsti bilurin 100 ár”, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, latin ókeypis til tey vitjandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##