Magne hevur vunnið fyri 14. ferð

TB avrikið var heilt øðrvísi, enn tað var, tá ið tvøramenn vóru í Klaksvík fyri einum fjórðingsári síðani

Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraði sigursmálið, tá ið KÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti TB. Hetta var fyrsta málið hjá 22 ára gamla Óla síðani í 2018, tá ið hann skoraði fýra mál

Páll Klettskarð sást uttanfyri vøllin á høkjum, og Árni Frederiksberg sat á beinkinum, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað bar við sær, at Sivert Gussiås og Óli Eyðsteinsson Poulsen vóru í fremstu røð hjá heimaliðnum saman við Claes Philip Kronberg.

 

Óli Eyðsteinsson Poulsen takkaði fyri møguleikan, og hann skoraði einasta málið í góðveðrinum í Klaksvík í kvøld. Tað var, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir. René Shaki Joensen legði við fínari sending úr vinstru og fram í høgru, har Óli Eyðsteinsson Poulsen sneiddi út frá baklinjuni, áðrenn hann plaffaði bóltin dygst inn við nærru stólparótini.

 

TB hevði aftur í dag leigað Silas Eyðsteinsson úr B36 at verja málið. Tað gjørdi hann sera væl, og einar tríggjar ferðir bjargaði hann meistarliga væl.

 

TB var á ongan hátt niðurspælt, og tað var sjáldan, at talan av álvara var um trýst frammanfyri miðverjuna, har Aron Sørensen, Gilli Rólantsson Sørensen og Musah Armah vóru. Sivert Gussiås var nakrar ferðir í støðum, sum væl kundu havt borið mál við sær, men hann hevði ikki marginalirnar við sær, og tá ið hann sjey minuttir undan leikloki varð skiftur út við Johan Josephsen, so var tað enn einaferð staðfest, at tað gongur striltið hjá norska álopsspælaranum at fáa hol á.

 

17 ára gamli Jóhan Josephsen var fyrstu sjey minuttirnar á besta liðnum í barndómsfelagnum. Í næstbestu deildini hevur hann higartil í ár skorað seks mál, og tað er sannlíkt, at tað ikki verður so leingi, inntil hann aftur verður á listanum hjá oddaliðnum.

 

TB liðið hekk væl samanVerjuparturin var væl skipaður, og sum seinni hálvleikur leið, høvdu gestirnir hug til at leggja meiri fyri í álopspartinum, uttan at tað eydnaðist teimum at vinna seg til upplagdan málmøguleika.

 

Hetta var 14. ferðin á rað, at KÍ fór av vøllinum við fullari úrtøku. Tað er met, og næsta felagið, sum fær møguleikan at vinna stig frá toppliðnum, verður B68, sum um tvær vikur fær vitjan av tvífalda meistaraliðnum og greiðu FM kandidatunum.

 

Eftir at hava verið fimm ferðir norðanfyri, eigur TB nú tveir heimadystir. Tann fyrri verður á jóansøku, tá ið AB vereður gestur, og tað verður spælt á nýggum undirlagi.

 

 

 

 

 

Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraði sigursmálið, tá ið KÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti TB. Hetta var fyrsta málið hjá 22 ára gamla Óla síðani í 2018, tá ið hann skoraði fýra mál