Magni Arge um avgerðina hjá vinnumálaráðharranum: Bar seg ov skjótt at

-Tað, sum er álvarsligt í hesum, er hetta, at tú so knappliga fær broyttar umstøður at virka undir. Í aðrar mátar er tað gott, at kundarnir kunnu fáa øðrvísi tilboð, og at prískappingin kanska harðnar. Men um støðan er tann, at tað verður loyvt at fara niður um eitt ávíst mark, har tú kemur niður á dumpingmarkið, so verður trupult at kapp-ast hjá tí lítla móti tí stóra sigur stjóri í Atlantsflogi

Jan Müller


-Vinnumálaráðharrin er í sínum fulla rætti til at taka slíkar avgerðir. Tað er jú hann, sum hevur ábyrgdina av hesum í síðsta enda. Men eg eri kløkkur av, at eitt so grundleggjandi umskifti í siðvenju verður gjøgnumført eftir so stuttari tíð sigur Magni Arge, stjóri, sum er sera harmur um, at Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri gav loyvi til príslækking á flogrutuni millum Føroyar og Danmark eftir eini tilætlaðari kampanju frá mótpartinum, sum hann málber seg, heldur enn at hetta kom sum eitt politiskt signal, soleiðis at man fekk stundir at laga seg eftir tí politiska viljanum.

Magni Arge er eftir øllum at døma fullkomiliga tikin á bóli av avgerðini hjá vinnumálaráðharranum, nú hon kom so knappliga. -Ein kann sjálvandi spyrja, um eg ikki hevði lisið signalini nóg væl frammanundan, men eg havi ikki skilt tað soleiðis, at hetta var á trappuni her og nú. Magni Arge sigur seg tó einki hava ímóti at fara út at kappast út frá teimum fortreytum, sum nú eru. So taka teir dystin upp har frá.

-Metir tú hetta sum at skula fara út í eina kapp-ing, sum tú sjálvur hevur kallað ójavna, og sum rætt og slætt taka grundarlagið undan Atlantsflog!

-Hatta er so ein politiskur trupulleiki og ein trupulleiki hjá partaeigaranum. Og í hesum førinum er partaeigarin og tann politiski myndugleikin tann sami. Eg gangi út frá, at Finnbogi Arge hevur mett hesi tingini upp móti hvørjum øðrum. Og tað ivist eg ikki í, at hann hevur gjørt, men eg tori væl at siga, at vit eru helst ikki heilt samdir.

Uppá fyrispurning um landsstýrismaðurin hevur umrøtt spurningin saman við leiðsluni í Atlantsflog, áðrenn hann tók avgerðina um at ganga Maersk Air á møti sigur Magni Arge, at hetta er nakað vit mugu spyrja landsstýrismannin sjálvan um.

-Men er avgerðin ikki í tráð við tær liberala politikk, sum Finnbogi Arge ynskir, at hetta landsstýrið skal reka?

-Eg eri fullkomiliga greiður yvir, at liberaliseringin er tiltakandi, og man kann siga, at man hevur royndir við ein ávísari liberalisering í flogferðsluni í Europa, og at tað so eru tvær tunellir eftir í danska kongaríkinum, sum ikki eru við, nevniliga trafikkurin uppá Grønland og Føroyar. Vit hava verið greiðir yvir, at fyrr ella seinni, so hendir eisini ein broyting á hesum økinum, og vit hava í veruleikanum eisini spakuliga fyrireikað okkum uppá tað. Men tað hava ikki verið nøkur greið signal, hvussu skjótt hetta umskifti skuldi henda. Og eg hevði ikki roknað við, at tað skuldi henda so knappliga.

Magni Arge heldur, at tað er í hesum høpi, at politiski myndugleikin í Føroyum átti at tikið málið upp til nærri viðgerðar og lýst, hvørjar avleiðingarnar eru og har givið pørtunum eitt skotbrá at innrætta seg eftir nýggju tíðini.


Broytingin kemur ov knappliga

-Hvat er tað, sum heilt ítøkiliga er so álvarsligt við hesi avgerðini hjá Finnboga Arge?

-Tað, sum er álvarsligt í hesum, er hetta, at tú so knappliga fær broyttar umstøður at virka undir. Í aðrar mátar er tað gott, at kundarnir kunnu fáa øðrvísi tilboð, og at prískappingin kanska harðnar. Men um støðan er tann, at tað verður loyvt at fara niður um eitt ávíst mark, har tú kemur niður á dumpingmarkið, so verður trupult at kappast hjá tí lítla móti tí stóra. Og stjórin í Atlantsflogi metir prísir, sum nærkast teimum 1000 kr. at vera á hesum marki.

-Skal man út í slíkar prísir, har tú í veruleikanum skal seta pengar til uppá flúgvingina, so er tað bara ein spurningurin um, hvussu leingi tú heldur, og tá tapir tú kanska meira fyri minni uppá longri sikt.

-Men hvat vil tú so siga við føroyska brúkaran, sum kann fáa bíligari ferðir við Maersk Air?

-Eg skilji væl, at brúkarin vil sleppa út at ferðast fyri ein bíligan penga, men eg vil bara mæla til, at man eisini hevur eitt meira langsiktað perspektiv. Tað, sum er umráðandi, er, at vit sum tað minna føroyska felagið eisini hava stundir og bestu møguleikar til at innrætta okkum til ta nýggju avbjóðingina, at vit standa okkum í eini kapping á einum nýggjum grundarlag. Tað trúgvi eg fer at gagna tí føroyska brúkaranum best uppá longri sikt. Annars er vandi fyri, at vit enda aftur monopoltíðini. Í øðrum lagi er ein vandi fyri, at man endar aftur í eini trafikkskipan, har Føroyar enda sum ein blindtarmur í Danmark, heldur enn at fylgja verandi gongd upp, har Føroyar meira liggja í miðjuni.

Stjórin í Atlantsflogi metir sjálvur nettupp tað at vera sera virðismikið fyri framtíðina hjá Føroyum yvirhøvur, at tú hevur ræðið á eini menning av infrastrukturinum millum Føroyar og umheimin.


Ivasamt tilboð

Magni Arge heldur ikki at avgerðin hjá Finnboga Arge er so øgilig, at hon eigur at fáa okkum til at umrøða spurningin, um vit í heila tikið skulu hava eitt føroyskt flogfelag.

-Fyribils hevur hann givið loyvi til tveir kampanjuprísir. Tað, sum serliga fekk meg at reisa uggafjarðarnar, var mátin hetta varð gjørt uppá. At Maersk kemur upp til Føroyar 12. apríl og sigur, at teir á Esplanaduni hava gjørt hetta og hetta av, og at man vil hava eitt svar í ovurmorgin. At tú so tveitir nakrar beitir út heilt niður á 1000 kr. í ferðaseðlum fyri líkasum at fáa almenningin at bakka upp um kravið, varð tað, sum fekk meg uppá bakbeinini. Tvs. partvíst tí at man krevur at fáa broytt grundarlag og broyttar siðvenjur í mun til, hvat man hevur havt frammanundan, og eisini metti eg, at tað var óseriøst at koma við einum slíkum prístilboði beint uppundir, at páskatrafikkurin skuldi avviklast kortini. Tað vísir seg eisini nú at vera eitt ivatilboð, tí man er ikki førur fyri at gjøgnumføra tað kortini, sjálvt um man fekk neyðuga loyvið, skulu vit ganga eftir tí, sum er komið fram í miðlunum.

Magni Arge vísir á, at teir hava annars koyrt kampanjuprísir í heyst og vár, og hann sær annars einki til hindurs fyri, at man kemur at hava kampanjuprísir frameftir, sum gera tað møguligt hjá føroyingum at kunna ferðast í størri mun. -Vit hava øll brúk fyri at ferðast meira og fáa meira luft uttanífrá. Vit hava heldur einki ímóti at fáa fleiri fremmandafólk til Føroya. Men hetta má bara gerast við einum vissum skili í, soleiðis at tað kann vera ein sunn handilslig fornuft og ein sunn kapping í framtíðini.

-Men skilur tú argumentini hjá Maerk, at tað er ikki sunn kapping, tá prísirnir ikki kunnu lækkast?

-Eg havi ongantíð noktað teimum at lækka prísirnar, so eg eri ikki tann rætti at svara tí. Eg havi bert sagt, at grundarlagið at kappast á skal vera javnt. Har er tað so ein sannroynd, at styrkin hjá feløgunum er so ymisk, og man kann vera altíð bangin fyri, at ein størri kappingarneyti hevur møguleika at brúka sínar musklar móti einum minni kappingarneyta, sum aftur hevur við sær ójavna og ósunna kapping.

Magni Arge sigur víðari, at eitt felag, sum hevur lítið og einki av sínum inntøkugrundarlag bygt uppá Føroyaflúgvingina, kann seta til hvar sum helst. Meðan eitt felag sum Atlantsflog, sum hevur Føroyaflúgvingina sum høvuðsinntøku ikki hevur sama møguleika. -Hetta er tað sama vit síggja í Europa og hetta er so eisini tað, ið man brúkar kappingarráðini til, so man má bara rokna við, at tað verður eitt vist umhugsni í tí í framtíðini eisini.


Rætt og gott við føroyskum felag

-Hvussu týdningarmikið er tað at hava eitt føroyskt flogfelag?

-Tað er prógvið hesi 12 árini Atlantsflog hevur verið, at tað hevur verið nógv betri fyri føroyingar og fyri ferðslumynstrið til og úr Føroyum at hava eitt føroyskt felag við í myndini. Eitt føroyskt felag tekur sítt grundstøði í, at tað skal tæna nøkrum føroyskum áhugamálum, og tað kann man eisini lesa av tí gongd, sum var áðrenn Atlantsflog kom. Tað er bara at samanbera tíðina tá við í dag.

Eg trúgvi tað verður altíð pláss fyri einum felag við støði í Føroyum og sum tænir føroyskum áhugamálum.

-Hevur avgerðin hjá Finnboga Arge fingið Magna Arge til at umhugsa sítt starv?

-Nei, nei, so lættur eri eg heldur ikki, at eg flyti meg av stólinum bara tí at eitt lítið nos er. Vit taka dystin upp og hava júst nú heitt á Ferðslumálaráðið um loyvi at seta í verk eitt sølutiltak, har prísurin á ferðaseðlum lækkar heilt niður á 1480 kr. (umframt avgjøld).

Hetta tilboð er galdandi fyri ferðir til Danmarkar, Íslands og Skotlands á rutunum hjá Atlantic Airways frá 28. apríl til 19. juni.

Magni Arge sigur, at teir meta tað ikki ráðiligt at fara longur niður við prísinum enn 1480. Hetta er góðar 200 kr. hægri enn tilboðið frá Maersk Air.