Magni Christiansen í Dansifrøi 2. jólakvøld

Skipað verður fyri túrum úr nógvum bygdum til Havnar

Country dansur við Magna Christiansen og vinum, verður í Dansifrøi í Havn 2. jólakvøld. Dyrnar lata upp klokkan 23.00, og hildið verður fram til klokkan 4.00.

 

Magni fer at royna seg við nógvum kendum countryhittum. sum hann hevur sungið gjøgnum árini.

 

Bussar koyra úr Vestmanna, Vágum og av Eiði í samband við dansin. Náttarbussurin koyrir úr Vestmanna klokkan 23, og norður aftur klokkan 4.30. Úr Sørvági koyrir Taxabussar við Kaj Egon Fagraberg klokkan 23:30 og heimaftur klokkan 4.30. Av Eiði koyra HK Bussar klokkan 23:00, og heimaftur aftaná dansin. Avmarkað pláss er í øllum bussum.