Magni granskað Premier League spælarar

Í vikuni var stór kanning av enskum Premier League spælarum almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Human Movement Science. Kanningin er eitt samstarv millum ítróttarfysiologar hjá franska fótbóltsfelagnum FC Lille, katalanska FC Barcelona og ensku liðnum Middlesborough, Sunderland, West Bromwich Albion og Newcastle, umframt universitetini í Sunderland og Exeter.

 

Fleiri enn 600 fulltíðarfótbóltsspælarar úr trimum teimum fremstu deildunum í Onglandi, Premier League, The Championsship og League One, vóru kannaðir. Bæði arbeiðis og tekniskar greiningar vóru gjørdar av hvørjum spælara í fleiri dystum, umframt at kropsligi førleikin var testaður.

 

Víst varð í stuttum, at spælarar í Premier League arbeiddu ikki líka har, sum spælarar í tveimum teimum lægru deildunum. Teir runnu samanlagt styttri, hvødu minni intenst arbeiði og spurtaðu minni, men høvdu hinvegin munandi betri teknisk avrik.

 

Kanningin vísur eisini, at spælistílurin í Premier League er meiri grundaður spæl við stuttum avleveringum enn í lægri deildum. Víst varð eisin á, at rað var ein tendensur til betri kropsliga venjingarstøðu hjá Premier League spælarunum. Hetta merkir, at spælistílurin og tekniski førleikin hjá fótbóltsspælarum á heimsins hægsta stigi ger, at teir nýtast at arbeiða líka hart sum spælarar á lægri stigi.

 

Samstundis hava teir bestu eitt hægri kropsligt stig, sum ger at teir eru minni strongdir undir og eftir dystir enn fulltíðarfótbóltsspælarar í lægru ensku deildunum.

 

Lagt fram á Wembley

 

Kanningarúrslitini vóru fystu ferð løgd fram á vísindaligari ráðstevnu á Wembley í London fyrr í ár. Kanningin hevur havt stórt árin á hvussu fótbóltlið skulu fyrireika seg kropsliga, tekniskt og taktiskt, tá stórur munur er á kappingarstøðnum, sum tá eitt nú føroyska fótbóltslandsliðið spælir landsdystir.

 

Kanningin er eitt framhald av úrvalsfótbóltsgransking, sum fysiologarnir, Magni Mohr og Peter Krustrup, hava staðið fyri seinastu 15 árini á universitetinum í Keypmannahavn og Exeter, ið verða mett millum heimsins førandi inn gransking av úrvalsfótbólti.