Magni Husgaard við síni fyrstu útgávu

Á ársins síðsta degi kom Magni Husgaard út við síni fyrstu útgávu við navninum Husgaard.

Útgávan, ið ber heiti Reflections, er ein samansavning av 5 instrumentalum løgum í sjangruni pop/jazz. Stutt um útgávuna sigur Magni, at tónleikurin onkursvegna er ein hugleiðing um lívið, sambandið millum menniskju, tilveruna og tað andaliga.

Tónleikarar á útgávuni eru: Guitar: Petur Hans Niclasen Kontrabass: Eyðun Johannesen Trummur: Høgni Klakkstein Klaver: Magni Husgaard

Magni Husgaard hevur skrivað øll løgini - lagið Jane Doe hevur hann skrivað saman við Peturi Hans Niclasen.

Hans Poulsen hevur tikið upp í Bloch Studio og IntroVers Studio. Óli Poulsen hevur mixað, og myndirnar, sum eru tiknar í sambandi við útgávuna, hevur veingir tikið.

Øll løgini eru tøk á Youtube á slóðini:

https://www.youtube.com/playlist?list=PLuxPjHaZCBlhQTk6W72KXo4NtS6B-yc4z

Útgávan eisini tøk á Spotify: https://open.spotify.com/album/0REnZ8A6HN3TFbu0Gyzi3s?si=BrFjjaIhSiWg8WHL3FvmAA

Husgaard - Reflections

youtube.com