Magni Laksáfoss bjargaði samgonguni

Uppskotið um fiskivinnunýskipan er nú samtykt

Løgtingið hevur beint nú samtykt uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Tað vóru 16 atkvøður fyri og 15 vóru ímóti

 

Og tað er greitt, at tað var sambandsmaðurin, Magni Laksáfoss, sum bjargaði samgonguni. Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum er burturstaddur og stórur spenningur var um, hvat fór at henda, tí nú varð greitt, at stóð samgongan saman, fall uppskotið.

 

Men tað gjørdi hon ikki, tí Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum clearaði við Kristin. Tað merkir, at nú Kristin var burtustaddur, luttók Magni heldur ikki í atkvøðugreiðsluni, og tískil útjavnaði hann atkvøðuna hjá Kristini.

 

Leysasøgur hava gingið um hetta í allan dag, men Magni Laksáfoss hevur verið tættur sum tunnan og hevur ikki havt nakra viðmerking yvirhøvur.