NSÍ skrivar soleiðis í dag:
NSÍ hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við 45 ára gamla Magnus Emil Poulsen, ið harvið kemur at vera málmansvenjari hjá besta mansliðnum fyri kappingarárið 2026.
Magnus er sum málverji skrásettur fyri ikki færri enn 96 dystir í bestu mansdeildini. Harafturat hevur hann eisini leikt 30 dystir í steypakappingini. Magnus hevur sum leikari umboðað feløg sum B36, B68, AB og EB/Streym.
Síðani Magnus legði málmanshandskarnar á hyllina, hevur hann verið málmansvenjari í fleiri umførum, har hann m.a. hevur verið partur av venjaratoymunum hjá HB og EB/Streym.
Vit í NSÍ bjóða Magnusi hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit ynskja honum alt tað besta her við Løkin.











