Magnus er sterkur í Runavík

Bara tveir býráðslimir vunnu endurval í Runavíkar kommunu, har bara ein kvinna verður við til at stýra triðju størstu kommununi í landinum

Tað er rættuliga nógv, sum bendir á, at býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu seinastu fýra árini eisini verður formaður næstu fýra árini.
Magnus Rasmussen í Lamba er fyrst valdur á borgaralistanum í Runavík, sum varðveitti sína støðu við at vinna átta at ellivu sessum. Persónliga valið hjá Magnusi var sera gott. Fyri fýra árum síðani, tá ið hann fyrstu ferð var á listanum, vann Magnus 219 persónligar atkvøður. Hesa ferð settu 348 krossin fyri borgarstjóranum.
Hinir báðir, sum vunnu stóra undirtøku, eru Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum og Helgi L. Petersen, sum er ættaður úr Rituvík, og sum rituvíkingar høvdu atkvøtt á listan.
Eftir at valúrslitið var greitt, segði Magnus Rasmussen við Kringvarpið, at hann bjóðar seg fram til borgarstjóra.
-Valúrslitið taki eg sum herðaklapp fyri arbeiðið hjá fráfarandi býráðnum, og eg bjóði meg fram at taka eitt skeið aftrat, segði Magnus Rasmussen.
Merkisvert er tað, at bara ein av ellivu limum í býráðnum í Runavík er kvinna. Í býráðnum, sum nú leggur frá sær, vóru tríggjar kvinnur. Næstformaðurin Sæunn Ó. Hansen varð ikki vald aftur, og Beinta Olsen og Fríðbjørn Weihe vóru ikki á listanum. Einasta kvinnan í býráðnum er nývalda Jónleyg Hammer.
Hesa ferð høvdu oyndfirðingar stillað Hall Ellingsgaard upp á almenna listanum í Runavík. Hann varð valdur, og harvið hevur býráðið nú umboðan úr Oyndarfirði, av Skála, úr Søldarfirði, úr Rituvík umframt úr meginøkinum Glyvrar, Saltangará og Runavík.