Tað var ikki annað væntandi, enn at Tromsø skuldi vinna ein tryggan sigur. Liðið, sum telur tveir av føroysku flogbóltsútisetanum, og sum á beinkinum hevur føroyska landsliðsvenjaran, er partur av oddastríðnum í Noreg, og tí var ein sigur heilt einfalt eitt krav.
Magnus Aðalsteinsson, venjari, fylti eisini 35 ár hendan dagin, og tað mundi sum so eisini vera ein hóskandi føðingardagsgáva, at talan gjørdist um somikið tryggan sigur.
Um dystin verður annars sagt, at hesin ikki var millum teir bestu, sum Tromsø hevur spælt. Bæði Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe byrjaðu hesaferð inni, men byrjanin tóktist onkursvegna merkt av finalusigrinum fyri viku síðani. Næsta settið var um at ganga galið, og eitt skifti hevði Lier eina leiðslu upp á fimm bóltar. Tað eydnaðist tó Magnusi at fáa skil á liðið, og í triða settinum hevði heimaliðið tamarhald á, hóast settúrslitið ikki var so sannførandi.
Komandi umfarið skal Tromsø á vitjan hjá Trondheim og Kristiansund, og tað tykjast vera tveir týdningarmiklir dystir í endaspælinum.