Tað eru skjótt 40 ár síðan, at Magnus Rasmussen í Lamba festi garðin hjá foreldrum sínum, tá pápin brádliga doyði í 1979, bert 47 ára gamal.
Magnus er føddur hin 28. november í 1962 og er 62 ára gamal. Hann er elstur av tveimum brøðrum. Beiggi hansara, Arnold, er hálvt triðja ár yngri.
- Tað var ein náttúrlig gongd, at eg festi garðin, og formelt hendi hetta, tá eg var 24 ára gamal í 1987. Tó fekk eg longu sum blaðungur ábyrgd, tá pápin ikki var meira.
Sjálvur sigur Magnus, at hann í veruleikanum hevur havt ábyrgdina av garðinum síðan 1979.
- Mær hevur altíð dámt hetta sera væl. Eftir hesi mongu ár, tekur yngra ættarliðið nú meira og meira yvir, og hetta er hugaligt, heldur hann fyri.
Hann væntar ikki, at tað fer at ganga so long tíð, til eitt ættarliðsskifti verður á garðinum í Lamba.
- Tá tú ert bóndi, er sera umráðandi – ja, altavgerandi – at familjan eisini hevur áhuga og tekur lut í arbeiðnum á garðinum.
Og her hevur Magnus verið sera heppin, tí familjan – serliga kona, børn og verbørn – hava altíð verið við í arbeiðnum, umframt onnur góð vinfólk.
Tað er ein lívsstílur
Ein bóndi er ongantíð arbeiðsleysur, og hann verður í veruleikanum ongantíð liðugur við arbeiðið.
- Eitt er seyðarøkt, fjallgongur, fletting, stráfóður og annað. Men, sum árini ganga, verður eisini neyðugt við viðlíkahaldi, umvælingum, tillagingum, íløgum og øðrum.
Bóndin sigur, at hetta eru treytirnar, men hann hevur heldur einki ímóti øllum hesum, tí hetta er ein partur av bóndalívinum.
- At vera bóndi, er ein lívsstílur, heldur hann fyri.
Magnus fór á læraraskúla í 1982 og gjørdist lærari í 1986, sum hann festi garðin árið eftir.
- Eg haldi, at tað var ein góð samanseting at vera lærari og bóndi, men tað hevur altíð verið neyðugt, at familjan var við, og soleiðis hevur tað verið á garðinum í Lamba.
Hann vísir á, at mamma hansara, Nancy, sum í dag er 91 ár, var við í øllum, og hon syrgdi fyri øllum innanveggja – ikki minst, tá slaktið var fyri.
Í fleiri ár var Magnus lærari, og hetta dámdi honum sera væl.
- Eg fór eisini upp í kommunalpolitikk og var borgarstjóri í Runavíkar kommunu í sjey ár. Tá eg síðan læt meg stilla upp til løgtingsval og varð valdur á ting í 2015, segði eg borgarstjórastarvið frá mær, og tá stillaði eg ikki uppaftur til kommunuval.
Eitt skifti í undanfarnu samgongu var Magnus eisini landsstýrismaður. Hann tók sessin eftir Helga Abrahamsen og sat í landsstýrinum í 16 mánaðir.
- Mær hevur dámt alt, sum eg havi fingist við, men eg havi eisini sett mær fyri, at tá eg ikki tími meira, gevist eg. Við pápa mínum sá eg, hvussu skjótt lívið kann enda, og eg haldi, at lívið er ov stutt til ting, tú ikki tímir at gera.
Sum 62 ára gamal í dag, hugsar Magnus um árini, sum - um alt gongur væl - liggja fyri framman, og hann hevur kanska onkrar dreymar í lívinum aftrat.
- Eg havi ongantíð verið sjómaður, so hvør veit, um eg ikki vildi roynt hetta eisini. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður frameftir, sigur hann brosandi.
Alt eru seyðabøndur
Hyggja vit eftir nøkrum fakta um jarðarviðurskiftini í Lamba, hoyra 29 merkur av landsjørð til bygdina, og her er eingin ogn.
Festið hjá Magnusi, sum er 7,25 mørk, liggur í felag við festið hjá Niels Weihe, sum eisini hevur 7,25 merkur, og niðri í bygdini í Lamba eru teir báðir eisini grannar.
- Tað ganga 30 seyðir á mørkini, so áseyðatalið á garðinum hjá okkum liggur um 220.
Magnus sigur, at tað var mamma hansara, sum var borin til garðin.
- Hon var elst av trimum systrum, men konufólk festu vanliga ikki, og tí stóð pápin, Georg, vanliga róptur Gi, fyri festinum og garðinum so leingi, hann livdi.
Tey festu garðin í 1966.
Festið er ein fjórðipartur av Lambagarði, sum garðurin verður róptur, og garðurin hevur verið í ættini í fleiri hundrað ár.
- Kendir menn, sum hava sitið við festinum, eru eitt nú Mikkjal í Lamba, nevndur og Jón Heinason, Jón løgmaður.
Magnus Rasmussen vísir á, at í dag eru fimm bøndur í Lamba, og allir eru seyðabøndur. Eingin kúgv er í bygdini, og tað eru fleiri ár síðan, at seinasta kúgvin fór.
- Síðan miðskeiðis í sjeytiárunum, tá neytini vórðu dripin, hevur hetta so at siga verið seyðahald burturav. Onkuntíð hava tó verið nakrir kálvar og kvígur.
Bóndin sigur seg minnast væl, tá tey høvdu seks kýr í kjallaranum, og fólk komu við spann at keypa mjólk, sum var vanligt tá í tíðini.
Men, hevur tú nakrantíð sum bóndi hugsað um mjólk?
- Í áttatiárunum kom eg til ta niðurstøðu, at bøurin í Lamba ber ov lítið gras. Tískil hevði fóðurgrundarlagið til neyt eisini verið ov lítið. Um meira stráfóður var í bygdini, hevði tað ikki verið óhugsandi.
Hann heldur ikki, at bøurin í Lamba við brattlendi í støðum hevði verið so vælegnaður til maskinur, og tí høvdu møguleikarnir til velting eisini verið avmarkaðir.
Djarvur og ansin á fjalli
Lambahagi er í stóran mun brattlendi, og stórur partur av haganum liggur eisini langt frá bygdini.
- Fjallskipanin er 12, og vit hava eina góða blanding av fjallfólki, ungum og tilkomnum. Neyðugt er at vera raskur, sterkur, djarvur og ansin, og tað er fjallfólkið eisini.
Magnus sigur, at vanliga er nóg mikið av fjallfólki, men neyðugt er at seta fólk við, sum árini ganga.
- Tað er stuttligt at ganga á fjall, men tað er mangan sera strævið, og her er bratt í støðum.
Bóndin vísir á, at garðurin hjá teimum øll árini hevur havt sera góð og trúføst fjallfólk. Felagsskapurin er góður, og huglagið er altíð gott.
- Ein vanligur fjalldagur byrjar við góðum morgunmati og endar við einum góðum døgurða. Tað eru eisini løtur á fjalli, har lagt verður stilt fyri at fáa sær ein góðan drekkamunn, tí dagarnir kunnu vera langir.
Hann leggur aftrat, at tað er bóndakonan, sum syrgir fyri matinum, og tað er einki at taka seg aftur í, at góður matur og góð fjallfólk eftir hansara tykki hoyra saman.
- Fjallmenninir eru sera glaðir fyri góða matin frá bóndakonuni, sigur hann brosandi.
Rikið verður tríggjar ferðir um árið – í apríl, tá seyðurin fær allan heilivág, sum djóralæknin mælir til, í juli verður seyðurin royttur og fær aftur heilivág og so í september/ oktober, tá skurðseyðurin verður tikin, og heilivágur eisini verður givin.
- Vit hava gjørt stórar broytingar við rakstrinum seinnu árini. Áður var neyðugt á heystardegi at føra umleið helvtina av skurðseyðinum heim við báti.
Magnus vísir á, at nú verður allur seyðurin rikin heim, og rættarumstøðurnar eru gjørdar sera góðar.
- So, nú er tað eitt spæl at arbeiða á rættini samanborið við, hvussu tað var. Hetta er eisini munandi betri fyri seyðin. Tað eru vit báðir bøndurnir, Niels Weihe og eg, sum saman við beiggja mínum, Arnold, ið røkta seyðin, sigur hann.
Sosialt og hugnaligt
Fyri ikki so nógvum árum síðan keyptu tey flestu livandi seyð, sum tey so flettu sjálvi.
- Men, her hevur verið ein broyting í, og í dag er tað undantakið, at fólk keypa livandi seyð. Vit fletta tí næstan allan seyðin og selja krovini.
Bóndin sigur, at tey eru mong, sum ynskja sær avroð, og tí er eingin trupulleiki at sleppa av við tey.
- Hetta er gott, tí tað er týdningarmikið, at einki av slaktinum fer burtur, leggur hann aftrat.
Flettingin, sum vanliga er fyrstu viku av oktober, er krevjandi arbeiði, men hetta er eisini ein sera hugnalig tíð á garðinum.
- Vit brúka nøkur kvøld til flettingina, men við góðari hjálp, gongur hetta sum eitt spæl, og hetta er rættiliga sosialt og hugnaligt. Øll ættarlið eru við til flettingina, og tað er gott.
Hann leggur aftrat, at seyðaskinnini verða seld til felagið Oikos í Bø, og bóndin fegnast um, at eisini skinnini koma til høldar.
Ert tú bóndi, er eisini neyðugt við stráfóðuri, og vanliga verður bøurin sligin seinast í juli.
- Sum eg nevndi, er bøurin í Lamba ikki so væl egnaður til maskinamboð, men við góðum vilja ber tað til. Tað tekur vanliga eina viku at fáa alt stráfóðurið til høldar.
Magnus Rasmussen sigur, at á garðinum hjá teimum verður grasið ikki ballað, sum nógvir aðrir gera í dag. Ístaðin verður hoyggið koyrt í brunn.
- Vit hava góðar brunnar og súrhoyggið, sum kemur úr aftur brunninum, er gott seyðafóður. Vit brúka súrhoyggið til seyðin, og onkuntíð er onkur kálvur eisini, sum etur av súrhoygginum, sigur bóndin.
Hugnalig bóndahús
Elligomlu húsini, sum Magnus og konan, Eydna, búgva í niðri í Lamba, er elsti bústaður í bygdini.
- Tá vit giftust í 1993, búðu vit eini fimm ár í einum húsum her nærindis, áðrenn vit fluttu inn á garðin at búgva.
Henda dagin, vit vitjaðu á bóndargarðinum, sóu vit ein serstakliga hugnaligan bústað, og tú hevði ikki verið her leingi, fyrr enn tú sást, at her hevur Magnus brúkt nógvar tímar, dagar og ár á garðinum.
Innanveggja verður trupult at finna ein hugnaligari bústað, og kring um í túninum hevur bóndin hegnisliga gjørt sera snøggar laðingar við gróttilfari úr haganum.
- Hetta er hagagrót, men í staðin fyri stórar og tungar steinar eru hetta brotflísar, sum eg havi savnað saman í haganum og havi fingið tyrluna at flutt mær í sterkum sekkjum á støð, har koyrandi er eftir grótinum, sigur hann.
Magnus og Eydna eiga tvey vaksin børn, Jákup og Kirstin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##