Tá Íløgufelagið Notio fyrr í summar keypti skipasmiðjuvirksemið hjá Tórshavnar Skipasmiðju varð kunngjørt, at ætlanin var at seta ein stjóra afturat Gunnari Mohr. Leitað hevur síðan verið eftir hesum stjóra, og Skipasmiðjan fegnast um, at avtala nú er gjørd við Magnus Magnussen um starvið.
Magnus er 44 ára gamal og hevur seinastu árini starvast sum tekniskur leiðari hjá Strandfaraskipum Landsins - hetta seinasta árið tó sum projektleiðari av byggingini av nýggja Smyrli í Spaniu. Hann lærdi til maskinsmið á Tórshavnar Skipasmiðju árini 1978 til 1982. Eftir lokna lærutíð las hann til maskinmeistara og tók prógv á Maskinmeistaraskúlanum í Tórshavn í 1986. Eftir at hava siglt nøkur ár fór Magnus í 1988 undir at lesa til maskinverkfrøðing í Århus, har hann tók prógv í 1992.
Árini 1993 til 1997 starvaðist hann hjá stóra danska motorframleiðaranum MAN B&W. Í hesum starvi arbeiddi hann eisini longri tíðarskeið í Suður-Korea á risastóru Hyundai Skipasmiðjuni har.
Hóast Magnus Magnussen nú er settur stjóri á Skipasmiðjuni, eru Skipasmiðjan og Strandfaraskip Landsins samd um at finna ein felags leist, soleiðis at eftirlitið við byggingini av nýggja Smyrli ikki verður darvað av hesum.