Magnus Tausen kosin sum ársins ambassadørur

- Magnus Tausen er ein sonn eldsál fyri flogbóltin í Føroyum, ljóðar í grundgevingini

Magnus Tausen er í kvøld blivin valdur sum Ársins Ambassadørur 2019 fyri Visit Faroe Islands.

Magnus Tausen er formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sum í fleiri ár hevur skipað fyri stórum altjóða flogbóltskappingum í Føroyum. Hesum kappingum eigur Magnus Tausen ein stóran leiklut í, og hetta bleiv víst á í grundgevingunum um heiðurin.

Í grundgevingini stendur:

- Magnus Tausen er ein sonn eldsál fyri flogbóltin í Føroyum. Hann hevur saman við Niklas Joensen ment flogbóltin frá teimum heilt smáu flogbørnunum til altjóða kappingar fyri ymisku aldursbólkarnar. Á henda hátt mennir hann ítróttina í øllum liðum, har altjóða kappingar eru við til at geva føroysku leikarunum íblástur og avbjóðingar og lyfta flogbóltin á eitt hægri støði.